Uttanlands

Norðurlendskur stuðul til altjóða klima- og umhvørvissamstarv

Norðurlendsku klima- og umhvørvisráðharrarnir samtyktu herfyri eina felags yvirlýsing, sum skal styrkja altjóða samstarvið um veðurlag, lívfjølbroytni og dálking sigur Norðurlendska Ráðharraráðið. Mynd Andreas Omvik/norden.org.

2026-10-18 19:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Yvirlýsingin staðfestir ætlanina hjá Norðurlondum um at styrkja fjøltjóða samstarvið á klima- og umhvørvisøkinum og at deila norðurlendskar loysnir við restina av heiminum.

Í yvirlýsingini binda tey norðurlendsku londini seg millum annað til at deila royndir, vitan og tøkni við onnur lond fyri at stuðla undir, at altjóða umhvørvis- og klimaavtalur verða settar í verk.

Samtundis staðfestir yvirlýsingin av nýggjum stuðulin hjá teimum norðurlendsku londunum til eitt sterkt fjøltjóða samstarv á klima- og umhvørvisøkinum. Hon leggur eisini dent á, at Norðurlond skulu virka sum brúgv millum lond og áhugamál í einari tíð, har heimurin stendur framman fyri álvarsligum klima- og umhvørvisavbjóðingum.

-Norðurlond vísa á, at ein framsøkin klima- og umhvørvispolitikkur kann ganga hond í hond við búskaparligum kappingarføri, nýskapan, sosialari vælferð og orkuveitingartrygd. Tí hava vit eisini eina ábyrgd av at vera brúgvabyggjarar altjóða – við at skapa dialog, savna ymisk áhugamál og arbeiða fyri høgum málum og einari munadyggari útinnan av altjóða skyldum,“ sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Yvirlýsingin leggur dent á tørvin á at umseta altjóða avtalur til ítøkilig átøk. Hon vísir millum annað á arbeiðið, sum í løtuni fer fram undir Lívfjølbroytnissáttmálanum, Veðurlagssáttmálanum, avtaluni um lívfjølbroytni uttan fyri tjóðarræði, BBNJ-avtaluni, og á altjóða samráðingarnar um plast.-

-Havumhvørvið í heiminum er undir stórum trýsti. Dálking, millum annað frá eiturevnum og plasti, oyðileggur búøki hjá djórum og plantum í havinum og skaðar lívfjølbroytnið. Altjóða avtalan um betri vernd av lívfjølbroytni á opnum havi, tann sokallaða BBNJ-avtalan, er eitt søguligt stig, tí hon fyri fyrstu ferð gevur okkum eitt altjóða grundarlag fyri at verja opna havið.

Men altjóða avtalur mugu eisini umsetast til ítøkilig átøk. Tí er tað gleðiligt, at vit í norðurlendsku londunum í dag hava undirskrivað eina yvirlýsing um, at vit vilja arbeiða fyri einari veruligari og munadyggari vernd av lívfjølbroytni á opnum havi, sigur Maria Reumert Gjerding, danskur umhvørvismálaráðharri.

Yvirlýsingin er ein uppfylging av ráðharra-yvirlýsingini, sum teir norðurlendsku klima- og umhvørvisráðharrarnir samtyktu 29. oktober 2025.

Altjóða avtalan um betri vernd av lívfjølbroytni á opnum havi, tann sokallaða BBNJ-avtalan, er eitt søguligt stig, tí hon fyri fyrstu ferð gevur eitt altjóða grundarlag fyri at verja opna havið.

Kelda: Norðurlendska Ráðharraráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder