Uttanlands

Norðurlond standa saman á COP28

Londini hava undirskrivað eina felags veðurlagsyvirlýsing í sambandi við COP veðurlagsráðstevnuna í Dubai.

Tað er íslendski formansskapurin í Norðurlanda Ráðharranum við Guðlaugi Tór Tórðarson, ráðharra fyri umhvørvi, orku og veðurlagi, sum hevur tikið stig til yvirlýsingina.

Tað er íslendski formansskapurin í Norðurlanda Ráðharranum við Guðlaugi Tór Tórðarson, ráðharra fyri umhvørvi, orku og veðurlagi, sum hevur tikið stig til yvirlýsingina.

2023-12-02 22:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta boðar Norðurlendska Ráðharraráðið frá og hava norðurlendsku ráðharrarnir innan umhvørvi og veðurlag undirskrivað yvirlýsingina.

Tað er íslendski formansskapurin, sum hevur stig til yvirlýsingina og byggir hon á verkætlanina “Nordic Stocktake – Pathways to Climate Neutrality, sum gevur ítøkilig boð uppá, hvussu veðurlagsmálini verða rokkin fram til 2035.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder