Hóast norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre ikki metir nakran vanda vera fyri atsóknum móti norskum orkuútbúnaði í Norðsjónum í løtuni, so verður nú av álvara ávarað um orkutrygdina á norska landgrunninum.
Serfrøðingar og viðmerkjarar gera vart við sambært NRK og Dagens Næringsliv í morgun, at norska orkuinfrakervið er sera viðbrekið, tí tað fevnir um eitt stórt øki, har møguleikarnir fyri at tryggja og verja seg móti atsóknum eru sera avmarkaðir. Tað ljóðar, at russisk skip í fleiri ár hava siglt í økjum, har gassleiðingar liggja, og at dronur eisini eru sæddar. Eftir øllum at døma hava russar kortlagt leiðingarnar á havbotninum. Útilokað verður heldur ikki, at spreingievni longu kunnu vera bundin í norsku gassleiðingarnar. Ómøguligt er at kanna hetta.
Talan er um fimm høvuðs gassleiðingar, sum binda Norra og evropeiska meginlandið saman. Í løtuni kemur nærum helvtin av øllum gassi í Evropa frá hesum norska infrakervinum, og tí er nettupp Norra nú meira týdingarmikið enn nakrantíð fyrr fyri orkutrygdina í øllum Evropa.
Eitt er orkutrygdin. Eitt annað er umhvørvið. Tað vísir seg, at metanútlátið, sum umhvørvisliga er fleiri ferðir vandamiklari enn CO2 útlát, nú sæst í bæði norskum og svenskum øki í stórum nøgdum. Mett verður at talan er um eini 40.000 tons av metan, sum stava frá teimum fýra lekunum á Nord Stream leiðungunum í Eystursjónum. Til samanbering lata allar norskar orkuinstallatiónir út 17.000 tons av metan um árið.
Talan er tí um eitt tvíeggjað svørð. Orkutrygdin hjá nógvum londum er í vanda við álvarsligum fylgjum, og umhvørvið er í vanda fyri at verða dálkað í stóran mun frá tilvildarligum útláti, sum ikki stavar frá framleiðslu.
Ikki bert á norskum øki er órógv eftir atsóknirnar í Eystursjónum. Í Danmark hava tey eisini sæð dronur nærhendis olju- og gasspallum. Umboð fyri TotalEnergies, sum stendur fyri stórum parti av framleiðsluni á danska landgrunninum, váttar, at tey hava sæð dronur nærhendis Halfdan B gassfeltinum í Norðsjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald