Nú Framburðsflokkurin hevur tikið seg úr norsku stjórnini eru fleiri nýggir ráðharran valdir. Ein teirra er Tina Bru úr Høgraflokkinum, sum verður olju- og orkuráðharri. Hon avloysir Sylvi Listhaug, sum bert kom at røkja sessin í sera avmarkaða tíð.
Nýggi ráðharrin verður umrødd sum ein, sum helst í størri mun enn teir undanfarnu ráðharrarnir fer at raðfesta varandi orkukeldur hægri, tó at hon sigur við norskar miðlar, at “Jeg er en ekte oljeunge”. Bæði foreldrini eru frá oljulandslutinum Rogalandi og eru í tí vinnuni. “Eg eri bæði errin og eyðmjúk av at vera dóttur hjá oljuforeldrum,” sigur hon og leggur aftrat, at hon fer at leggja dent á bæði at menna oljuvinnuna um somu tíð sum Norra skal útbyggjast við varandi orku. Hon sigur víðari, at vinnan má taka við umskiftinum, sum hevur við sær minni CO2 útlát.
“Eg fari at gera mítt til, at vit fáa góðar samrøður um tær stóru avbjóðingarnar, sum standa fyri framman. Vit mugu skapa trygg arbeiðspláss. Vit skulu byggja víðari á ta ótrúligu kompetansuna og tøknina, sum finst til eisini at menna varandi orkuvinnuna.”
Sum skilst er hon fyri at leita eftir olju og gassi í Lofoten økinum, ein av mest umrøddu ivaspurningunum sum heild í norsku oljuvinnuni. Higartil hevur verið meiriluti fyri ikki at geva loyvi til leiting har. Hon fekk annars nógva umrøðu, tá hon herfyri meldaði seg úr fólkakirkjuni, tá henda segði seg vera ímóti víðari oljuvirksemi.
Flestu viðmerkjarar halda, at hon fer at tryggja eina meira støðuga oljuvinnu, um somu tíð sum grøna orkan verður ment. Hon er eisini fyri at útbyggja bæði vatnorkuna og vindorkuna í Norra. Tina Bru, sum er 33 ára gomul, verður mett sum ein av komandi leiðarunum í Høgraflokkinum, og tað eru tey, sum halda, at hon verður komandi næstformaðurin í flokkinum, har verandi forsætisráðharri, Erna Solberg er forkvinna.
Norska oljuvinnan stendur í dag fyri einum fjórðingi av búskapinum við umleið 200.000 starvsfólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald