Uttanlands

Norra fremsta landið at leggja um til elbilar

Hóast Norra er kent fyri sítt stóra olju- og gassvirksemi, so er landið tað fyrsta í heiminum, sum er komið væl áleiðis at leggja um til burðadygga ferðslu.

2025-01-29 19:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Norra verður mett sum landið, ið gongur á odda, tá tað ræður um burðardyggan bilaflutning. Undir yvirskriftum sum “Norway is set to become the first country to fully transition to electric vehicles”, verður grøna orkuskiftið í Norra hálovað av teimum, sum vilja seta ferð á orkuskiftið í flutnings- og ferðsluliðnum. Hetta skrivar amerikanski fjølmiðilin CNBC.

Sølan av elbilum í Norra vaks úr 1% í 2010 til 88,9% í fjør. Henda gongdin heldur fram í nýggja árinum, har 96% av bilasøluni eru elriknir bilar. Við hesum hava norsku lógarsmiðirnir rokkið sínum máli, sum teir settu longu í 2017 - at norska bilaparkin skuldi vera elrikin heldur enn dúva uppá bensin og diesel skrivar CNBC.

Stjórin í norska elbilafelagsskapinum, Norwegian EV Association, Christina Bu sigur við CNBC, at tey rokna við, at samlaða sølan av elbilum í Norra í 2025 fer at liggja millum 95 og 100%. -Hetta er eitt søguligt vegamót, sum vit fara at hátíðarhalda 13. februar sigur hon og leggur aftrat, at í eini tíð har amerikanski forsetin vendir altjóða veðurlagssáttmálum bakið, er neyðugt at hátíðarhalda tað góða úrslitið, sum Norra hevur rokkið. Hon vísir á, at Trump hevur eisini tikið aftur málið hjá undanmanni hansara í Hvítu Húsunum, Joe Biden at helvtin av øllum seldum bilum í USA skal vera elbilar innan 2030. 

Norski flutningsráðharrin Cecilie Knibe Kroglund sigur við CNBC, at ein høvuðsorsøkin til, at tað hevur gingið so væl við at fáa fólk at keypa elbilar er tann, at tað frá almennari síðu hevur verið roynt at stuðla uppundir gongdina, heldur enn at seta bann fyri sølu av bensin- og dieselbilum. Í ES hava tey tvørturímóti kravt við lóg at banna søluni av bensin- og dieselbilum frá 2035.

Ein av orsøkunum til gongdina í Norra er eisini tann, at tað almenna hevur tikið stig til at seta upp løgistøðir nærhendis, har fólk búgva, soleiðis at bilaeigarar kunnu løða bilin við hús. Norski ráðharrin sigur, at flutningur er ein sera týðandi partur av málinum um burðardygd og vónar hon, at tað fer at eydnast Norra eisini at fáa ta tungu ferðsluna at skifta til el. Eitt nú ætlar Norra, at allir býarbussar í 2025 skulu vera elriknir. Miðjað verður móti, at 75% av heilt tungu ferðsluni  skal vera elrikin innan 2030. Enn ein orsøk til vaksandi talið av elbilum í Norra er lági streymprísurin sammett við onnur lond. 

[object Object]

Hóast sølan av nýggjum bilum var nær við 100% elriknir bilar í fjør, so koyra framvegis nógvir bilar á norsku vegunum við bensini ella diesel. Tøl vísa, at av samlaðu bilaparkini í øllum Norra í dag eru 28% elriknir. Í høvuðsstaðnum Oslo er talið 40%. 

-Tað er ikki tí vit eru meira grøn enn onnur men politikkurin hevur verið at fáa okkum at koyra við elbilum, og tað hevur givið úrslit sigur ein bilaeigari við CNBC.

Samanbera vit við onnur lond eitt nú USA, so var sølan av elbilum har í fjør 8.1%. Í 2023 var sølan 7,8%. Í Bretlandi var sølan 20% í 2024. 

Hálendski búskaparfrøðingurin Rico Luman frá Dutch bank sigur við CNBC, at Norra er ein fyrimynd fyri onnur lond og vísir, at tað ber til at skifta til elbilar. Hann vísir so eisini á, at Norra sum eitt av heimsins ríkastu londum hevur betri møguleikar enn onnur lond at stuðla uppundir skiftið. 

Júst øvugtu gongdina síggja vit  í Týskalandi, har stjórnin tók av stuðul til elbilaaskiftið vegna vánaliga búskapin. 

Harald Nils Røstvik, professari við lærda háskúlan í Stavanger sigur við amerikonsku sjónvarpsrásina, at hann roknar ikki við, at Norra fer at slaka uppá elektrifiseringina av bilparkini. -Fyrimunirnir við elbilum mótveigs dieselbilum eru so nógvir, at tað er náttúrligt at fara henda vegin. Tað er fíggjarliga meira skilagott, tað er reinari og tú skal ikki skifta oljufiltur heldur. Og ikki minst sleppur tú undan larminum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder