Mongu verkætlaninar, sum eru vornar góðkendar av Olju- og orkuumsitingini, koma at kosta 200 mia. kr. Verða aðrar verkætlanir, sum eru góðkendar frá 2020 til 2022, tiknar við í samlaðu uppgerðini yvir íløgur í olju og gass, er talan um eina íløguupphædd uppá 440 mia. kr. tilsamans. Av hesum koma norskar veitarafyritøkur at standa fyri 290 mia. kr. skrivar E24. Ein orsøk til stóra íløguvirksemið eru meira lagaligu skattatreytirnar, sum komu í gildi undir korona.
Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland sigur, at umrøddu verkætlanir fara at stuðla uppundir framhaldandi høga og støðuga framleiðslu á norska landgrunninum eins og til varðveitan av arbeiðsplássum og virðisøking til alt samfelagið.
-Vit menna olju- og gassvinnuna soleiðis, at tað kunnu verða skapt arbeiðspláss og stórar inntøkur til felagsskapin sigur Terje Aasland sambært E24.
Hann vísir á, at mongu verkætlaninar eru eisini við at menna grundarlagið fyri víðari tøknimenning, sum fer at hava avgerandi týdning fyri aðrar vinnur eisini so sum fangan og goymslu av CO2 og fyri hydrogen, havvind, havbrúk og mineralir.
Umhvørvisfelagsskapir í Norra eru sera ónøgdir við avgerðina at loyva umrøddu verkætlanunum.
-Nú skógareldar herja stórar partar av heiminum koyrir stjórnin bensin á bálið. Lagaligi skattapakkin, sum varð grundarlagið undir mongu nýggju íløgunum, hevur gjørt Norra uppaftur meira bundið at oljuni og merkir tað eisini minni arbeiðsmegi og íløgur til grøna orkuskiftið sigur leiðarin av Naturvernforbunden, Truls Gulowsen.
Hann vísir á at “Klimapanelið” og IEA hava gjørt púra greitt, at pláss er ikki fyri nýggjum oljuleiðum, um vit skulu sleppa undan vanlukkuligum avleiðingum av veðurlagsbroytingum, men hvørki Arbeiðaraflokkurin ella Senterflokkurin, sum hava lovað at gera umhvørvið til kjarnuna í teirra politikki, hava nakra ætlan um, hvussu Norra skal fremja grøna orkuskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald