Uttanlands

Norra skal ganga á odda í námsvinnu á havbotninum

 Í Norra vil stóri andstøðuflokkurin, Høgra, skunda undir gongdina við námsvinnu við mineralum á havbotninum. Norra skal ganga á odda í Evropa sigur Erna Solberg, forkvinna

Tað eru m.a. grótsløg av hesum slag við ymsum mineralum funnin á føroyska havbotninum, sum norskir politikarar nú vilja taka upp til tess at standa ímóti nærum einkarrættinum hjá Kina at framleiða sonevnd krittisk mineral. Mynd Jarðfeingi

Tað eru m.a. grótsløg av hesum slag við ymsum mineralum funnin á føroyska havbotninum, sum norskir politikarar nú vilja taka upp til tess at standa ímóti nærum einkarrættinum hjá Kina at framleiða sonevnd krittisk mineral. Mynd Jarðfeingi

2023-05-14 14:09 Author image
Jan Müller
placeholder
Talan er um tær stóru nøgdir av serstøkum mineralum, sum liggja á havbotninum í eitt nú norskum øki.

Hon vísir á, at størstu tøkniligu avbjóðingarnar í okkara nútímans samfelag eru grøna orkuskiftið og digitaliseringin. Fortreytin fyri hesum er munandi størri mongdir av serstøkum mineralum, sum m.a. finnast í grótsløgum, ið liggja á havbotninum.

Bæði telefonir, elbilar og PC-arar umframt hópin av øðrum lutum, sum vit brúka í gerandisdegnum, brúka sjáldsom mineral. T.d. tørvar einum elbili sjey ferðir so nógv mineral enn ein vanligur bilur vit framleiða í dag. Ein vindmylla krevur níggju ferðir fleiri mineral enn eitt gassorkuverk.

Hetta sannar Høgra-flokkurin, sum vil tí hava størri ferð á gongdina við námsvinnu á havbotninum. 

Í dag er heimurin í stóran mun bundin at Kina, tá tað snýr seg um at framleiða umrøddu mineral. Og ein orsøk til, at Høgriflokkurin tí hevur sett hetta málið fremst á skránna er ikki minst orsakað av trygdarávum.

-Norra og okkara sameindu mugu gerast meira sjálvbjargin við hesum avgerandi mineralunum fyri at vera minni heft at Kina, sum í dag er størsti framleiðarin av flestu av hesum sonevndu krittisku mineralum sigur Erna Solberg, sum tó vissar um, at hon vil gera alt fyri, at atlit vera tikin til náttúruna og umhvørvið.

Hon viðgongur, at øll námsvinna hevur avleiðingar fyri umhvørvið, og tí má alt gerast fyri at tryggja eina so skynsama og reina framleiðslu sum yvirhøvur tilber. 

Umrøddu sjáldsomu mineral finnast eisini í føroyskum øki og hava tey á Jarðfeingi leingi kannað havbotnin við tí fyri eygað at skráseta nøgdirnar av mineralum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder