Uttanlands

Norra tryggjar dønum gass

Danskar fyritøkur, sum brúka gass, eiga ikki longu at bera ótta fyri at skula mangla gass hvørki henda ella næsta vetur.

Baltic Pipe gassleiðingin úr Norra til Pólands tryggjar nú Danmark gass.

Baltic Pipe gassleiðingin úr Norra til Pólands tryggjar nú Danmark gass.

2022-10-28 17:40 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað hendir eftir, at danska fyritøkan Ørsted hevur gjørt avtalu við norska Equinor um gassveitingar næsta ár.

Í einum tíðindaskrivi frá Ørsted verður sagt frá, at avtalan við norska felagið fer saman við gass frá Syd Arne gassleiðini á danska landgrunninum umframt biogas at nøkta tørvin á gassi til kundarnar, sum eru vinnuvirki bæði í Danmark og Svøríki.

At henda avtala letur seg gera kunnu vit takka nýggja Baltic Pipe sambandinum, sum er ein rørleiðing, ið bindur saman Norðsjógvin við Póland. Leiðingin lat upp fyrr í ár og merkir, at tað nú ber til at senda norskt gass til Danmarkar.

Við hesi avtaluni verður verður veitingartrygdin tryggjað hjá Danmark, samtíðis sum tað nú ber til at keypa gass úr Norra heldur enn úr øðrum evropeiskum londum. Tá danska gassleiðin Thyra, sum nú verður umvæld og útbygd, er klár til at taka í brúk í næsta ár ella so, er ikki neyðugt longur at innflyta norska gassið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder