Uttanlands

Norsk oljufeløg leita saman fyri at finna risastóra oljukeldu

Olju- og gassframleiðslan á norska landgrunninum er farin at minka. Hetta vilja tey trý stóru norsku oljufeløgini gera nakað við við nýggjum samstarvi. Eitt nú við at bora í Arktis, sum ES mælir frá.  .

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard var hjástæddur til setanarløtuna á ONS mánadagin, tá m.a. stjórin í Equinor, Anders Opedal kunnaði um framtíðar olju- og gassboringar á norska landgrunninum. Mynd Jan Müller

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard var hjástæddur til setanarløtuna á ONS mánadagin, tá m.a. stjórin í Equinor, Anders Opedal kunnaði um framtíðar olju- og gassboringar á norska landgrunninum. Mynd Jan Müller

2026-08-27 15:37 Author image
Jan Müller
Jan Müller úr Stavanger

Uttan størri olju- og gassfund kann framleiðslan á norska landgrunninum falla brátt eftir 2030, sambært einari nýggjari frágreiðing frá Sokkeldirektoratet.

Nú fara oljufeløgini Equinor, AkerBP og Våor Energi at samstarva  fyri at forða hesi gongdini. Málið er at endurtaka eitt tað størsta oljufundið í norskari orkusøgu, Johan Sverdrup fyri 6 árum síðani. Til tess fara tey undir eina verkætlan komandi árini, har tað skulu borast nógvir brunnar á norska landgrunninum. Arbeiðið byrjar í 2028 og skal halda fram í fýra til fimm ár.

Hetta kom fram á stóru altjóða oljumessuni ONS í Stavanger nú um dagarnar. 

Søguligt samstarv

– Hetta er ein søgulig løta, har vit hava gjørt av at samstarva og leita saman eftir møguleikunum á norska landgrunninum. Vit deila dátur, vitan og førleikar, og vit ætla at gera hetta um allan norska landgrunnin. Og orsøkin til, at tað er týdningarmikið júst nú, er at kunna endurnýggja tær goymslur, sum vit framleiða úr hvønn einasta dag á norska landgrunninum, sigur Kjetil Hove. sambært NRK. 

Hann er konsernstjóri fyri leiting og framleiðslu á norska landgrunninum hjá Equinor og heldur, at eitt slíkt samstarv økir um sannlíkindini fyri at finna framtíðar olju- og gassfelt.

Tey trý oljufeløgini ætla at kanna umleið 20 til 25 leitimið, har málið er at bora umleið fimm leiti- og kanningarbrunnar um árið.

Sambært Hove skal leitingin fara fram um allan norska landgrunnin – frá norði til suðurs, íroknað norðara partin av Barentshavinum.

Ovasti stjórin hjá AkerBP, Johnny Hersvik viðgongur, at hetta líkist eitt sindur  nógv kenda  hugtakinum hjá amerikanska forsetanum  «drill, baby, drill». Men hetta verður stýrt neyvt og sleppa jarðfrøðingarnir at brúka hugflogið og kjakast, hvørjar eru bestu loysnirnar til at rudda slóð fyri eini nýggjari oljuleið á norska landgrunninum lík henni, sum varð gjørd, tá Johan Sverdrup leiðin var funnin nøkur ár herfyri. 

[object Object]

Barentshavið verður týdningarmikið

– Norski landgrunnurin veitir 33 prosent av gassinum og 20 prosent av oljuni, sum Evropa hevur tørv á. Tað segði konsernstjórin í Equinor, Anders Opedal, á fyrsta degnum á orkumessuni ONS í Stavanger, har eisini føroyski orkuportalurin orkan.fo varð til steðar. 

Hann vísti á, at norski havbotnurin og serliga Barentshavið, fara at hava stóran týdning fyri orkutrygdina í Evropa og heldur  kríggið í Ukraina og kríggið í Iran vísa, hvussu týdningarmikið tað er at hava ein tryggan og støðugan veitara. 

Anders Opedal leggur dent á, hvussu týdningarmikil norsk olja og gass eru fyri Evropa og heldur, at tað er týdningarmikið at leggja nógv fyri í royndini at finna nýggj felt uttan fyri norsku strondina.

[object Object]Stórur áhugi var á ONS fyri básinum hjá "Sokkeldirektoratet", sum eftirlýsir meiri leiting eftir olju og gassi. Mynd Jan Müller

Sokkeldirektoratet spáar – í einari nýggjari frágreiðing – eitt brátt fall í framleiðsluni á norska landgrunninum um fýra ár og eftirlýsir meiri leiting eftir olju og gassi.

– Vit hava tørv á størri fundum, um framleiðslan skal varðveitast í longri tíð, sigur Torgeir Stordal á Sokkeldirektoratet.

[object Object]Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard hevði høvi at hitta norska starvsbróðurin, Terje Aasland, orkumálaráðharra á ONS, har hann kunngjørdi, at Noreg fer at halda fram við at bora eftir olju í Arktis. Mynd Jan Müller

Noreg ætlar at ganga ímóti ES

Tíðindini um, at Equinor, Aker BP og Vår Energi nú fara saman um at leita eftir meiri olju og gassi, koma sama dag, sum orkumálaráðharrin Terje Aasland  gjørdi greitt, at Noreg fer at halda fram við at bora eftir olju í Arktis.

Hetta eisini hóast ES hevur tikið undir við einum moratorium, tvs. at steðga  framleiðslu av olju og gassi í Arktis av veðurlagsávum. Hitin í Arktis hækkar tríggjar til fýra ferðir skjótari enn heimsins miðalhiti.

[object Object]

Mugu skunda undir skiftið til grøna orku

Ursula von der Leyen, forseti í ES-nevndini, var eisini greið í einari videorøðu undir setanarhátíðini á ONS um, at Evropa hevur tørv á meiri varandi orku. Til steðar til hesa setan var eisini landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard.

– Hetta er ikki tíðin at seta seg afturá. So leingi Evropa heldur fram við at vera bundið at fossilum brennievnum, eru vit viðbrekin. Tí skunda vit undir skiftið til reina, heimaframleidda grøna orku, segði hon.

Men Noreg sær seg ikki longur sum «grøna battaríið» hjá Evropa, segði Aasland í eini samrøðu við tíðindastovuna Reuters undan stóru orkumessuni.

– Í verandi geopolitisku og trygdarligu støðuni og við atliti at tilfeingisstøðuna haldi eg, at framhaldandi virksemi í Barentshavinum tænir bæði norskum og evropeiskum áhugamálum, sigur Aasland.

Orkumálaráðharrin Terje Aasland gevur til kennar, at Noreg ætlar at ganga ímóti ES, tá tað snýr seg um støðuna til leiting í Arktis.

[object Object]

IEA-stjórin rósar leiklutinum hjá Norra

Eisini stjórin í Altjóða orkustovninum (IEA), Fatih Birol,  var við til setanina av ONS í vikuni, har hann legði dent á týdningin av norskari olju og gassi.

– Eg eri púra samdur um týdningin, sum Noreg hevur fyri Evropa og fyri orkumarknaðirnar sum heild, og hesin týdningur er bara vaksin í kjalarvørrinum  av ófriðinum seinastu tíðina. Tí er eisini norski leikluturin sum orkuveitari so týdningarmikil segði stjórin í altjóða orkustovninum. Hann vísti eisini á, hvussu stóran týdning álit hevur fyri framtíðar orkumarknaðin og orkumenningina.

[object Object] 

Høvuðsyvirskriftin í mæta bretska blaðnum  The Financial Times í morgun, eftir tíðindini um, at Norra fer ikki at fylgja ES í royndunum at steðga nýggjari oljuleiting í Arktis men tvørturímóti fer at økja munandi um leitingina á øllum norska landgrunninum til tess at steðga minkingini í orkuframleiðsluni.

Lesið fleiri greinar frá ONS á orkan.fo komandi dagarnar. 

Keldur: 

E24, Stavanger Aftenblad, Energy Voice, NRK, Reuters, Financial Times




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald