Norska olju- og gassvinnan er í løtuni rakt av verkfalli, ið rakar framleiðsluna av olju og gassi, sum svarar til 90.000 tunnur um dagin. Hetta upplýsir Equinor fyri Reuters.
Væntandi verður verkfallið víðkað mikudagin, soleiðis at tað fer at minka um framleiðsluna við 130.000 tunnum um dagin. Tað svarar til umleið 6,5% av samlaðu norsku oljuframleiðsluni. Verkfallið rakar m.a. stóru pallarnar Oseberg og Gudrun. Verður tað víðkað í morgin verða eisini leiðir sum Aasta Hansteen, Gullfaks og Sleipner raktar. Verða allar hesar framleiðslurnar raktar kann tað fara at kosta mistar inntøkur uppá 520 mió. kr. um dagin.
Norska arbeiðsgevarafelagið sigur, at verkfallið kann serliga koma raka gassframleiðsluna meint við 13% svarandi til nærum 300.000 tunnur um dagin.
Norra er kent sum ein álítandi veitari av gassi til Evropa í eini ótryggari tíð. Tí kunnu avleiðingar av hesum verkfallinum gerast sera álvarssamar serliga fyri Bretland, sum fær stóran part av sínum gasstørvi nøktaðan frá Aasta Hansteen, sigur Kolbjørn Andreassen, hjá Norsk Olje og Gass við NTB.
Greinarar vísa á, at verkfallið kemur sera illa við fyri mong lond, sum fyrr hava verið heft at russiskum gassi. Tað kann eisini koma at broyta støðutakanina til gassframleiðslu sum heild, tó at Evropa ikki kann vera gassið fyriuttan.
Orsøkin til verkfallið er, at fakfelagið hjá olju- og gassarbeiðarum, Lederne krevur, at teirra limir fáa lønarhækking svarandi til prísvøksturin uppá 5,6%.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald