Norska oljufelagið DNO, sum herfyri keypti upp 28,23% av partabrøvunum í oljufelagnum Faroe Petroleum, krevur nú at fáa nevndarlimir í Faroe Petroleum.
Men hetta er ikki fallið í góða jørð hjá leiðsluni í Faroe Petroleum, sum í eini fráboðan sigur, at henni dámar sera illa, at DNO er komið við hesum ynski og sigur víðari, at ein einmælt nevnd ætlar at mæla partaeigarunum til at atkvøða ímóti uppskotinum hjá DNO.
Faroe Petroleum sigur tað vera óheppið, at ein kappingarneyti hjá felagnum á norska landgrunninum, og at tað er óhóskandi, at nevndarlimir í DNO verða valdir í nevndina í Faroe Petroleum, har tað kunnu koma fyri áhugakonfliktir millum Faroe og DNO.
Faroe Petroeum vísir eisini á, at felagið hevur havt týðandi partaeigarar frá ídnaðinum, síðani felagið varð børsskrásett í 2003, og har eingin av hesum hevur havt nevndarlim. Felagið heldur seg hava eitt sterkt stýringsorgan, umframt eina sterka mentan og praksis í felagnum, við fimm óheftum ikki fyrisitingarligum stjórum, sum umboða allar partaeigarar.
Faroe Petroleum heldur eisini, at ein slík avtala fer at ganga ímóti prinsippinum um eitt óheft stýri og vanligan praksis fyri feløg, sum arbeiða á norska landgrunninum. Faroe Petroleum metir somuleiðis, at broyting í nevndini eftir ynski frá DNO, fer ikki at tæna partaeigarunum í felagnum sum heild.
Sambart felagnum hava nógvir partaeigarar í Faroe Petroleum gjørt púra greitt, at teir ikki ynskja, at DNO verður partur av nevndini.
Norska heimasíðan Hegnar endurgevur Faroe Petroleum og skrivar m.a.: ”Styret mener at forslagene er egoistiske og del av en ikke-avslørt strategi fra DNO og Mossavar-Rahmani for å ta kontroll over selskapets virksomhet, uten å tilby premie til aksjonærene.”
DNO sigur í síni fráboðan, at partabrøvini felagið hevur í Faroe Petroleum eiga at tryggja DNO nevndarlimir í Faroe Petroleum. Ætlanin hjá DNO er at fáa tveir nevndarlimir, nevniliga ovasta stjóran og eigaran av felagnum, Bijan Mossavar-Rahmani og dagliga stjóran Bjørn Dale.
Keldur:
Hegnar og Offshore Energy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald