Hetta hendir stutt eftir, at bretski oljurisin BP í gjár gjørdi av at gevast við sínum virksemi í Russlandi sum ein avleiðing av russisku innrásini í Ukraina.
Eins og BP hevur Equinor eina drúgva søgu við samstarvi við russiskar orkufyritøkur. Í samfull 30 ár hevur Equinor (fyrr Statoil) verið partur av olju- og gassleiting og framleiðslu í Russlandi.
-Vit eru skelkað av innrásini í Ukraina, sum er eitt afturstig fyri allan heimin, og vit hava samhuga við øllum teimum, sum verða rakt av russisku álopunum, sigur Anders Opedal, stjóri í Equinor.
Felagið fer tíðliga í hesi vikuni at kunngera tiltøk, sum skulu stuðla íbúgvunum í Ukraina. Hann sigur víðari, sambært heimasíðuni hjá Equinor, at felagið fer nú at steðga øllum nýggjum íløgum í Russlandi, og fer at taka seg úr øllum samstarvi við russisk feløg.
-Høvuðsorsøkin til hesa avgerð er trygdin hjá okkara starvsfólkum, sigur Opedal. Equinor, sum hevur verið virkið í Russlandi síðani fyrst í 90-unum, gjørdi í 2012 eina samstarvsavtalu við russiska felagið Rosneft, sum staturin eigur. Equinor hevur starvsfólk bæði í Russlandi og í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald