Eldar Sætre, samtaksstjóri í Equinor
Norski oljurisin Equinor hevur greiðar ætlanir um at skerja útlátið av CO2 komandi árini, við 40% innan 2030, 70 % innan 2040 og heilt niður á null útlát innan 2050. Hetta kemur fram í seinastu útmeldingini frá felagnum rundan um árslok.
”Equinor stuðlar Parísavtaluni og málinum um null útlát. Vit liggja longu á odda, tá tað snýr seg um at framleiða við sera lágum CO2 útláti, og vit leggja nú fram okkara ætlanir um umfatandi tiltøk, sum fara at hava við sær sera stóran niðurskurð í CO2 útlátinum, heilt móti null í 2050. Hetta er í tráð við klimamálini, sum samfelagið setir og okkara strategi um høga virðisøking við lágum útláti,” sigur Eldar Sætre, stjóri í Equinor.
”Um somu tíð sum vit seta okkum hesi mál, rokna vit við, at okkara framleiðslufelt fara at skapa munandi virði. Hesi fara at geva 3000 mia. kr. í inntøku til norska statin fram móti 2030. Nýggjar framleiðslur, longri livitíð hjá verandi keldum, økt útvinning á bæði olju- og gasskeldum eins og ein munagóður rakstur fara at stuðla uppundir hægri virðisøking. Nýggju klimamálini fara eisini at styrkja kappingarførið á norska landgrunninum og virðisøking fyri Equinor, um somu tíð sum hetta eisini fer at vera við til at menna ídnaðin,” sigur Sætre í tíðindaskrivi frá felagnum. Og hann heldur fram:
”Samstarv á landgrunninum er lykilin í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum. Vit leggja stóran dent á samstarv við okkara partnarar og veitarar, og fyri at røkka okkara málum mugu vit samstarva enn tættari við ymsar vinnugreinar og við norskar myndugleikar. Vit ætla at gera íløgur fyri 50 mia. kr. saman við okkara partnarum innan 2030 fyri at minka um útlátið og styrkja langsiktaða kappingarførið á okkara feltum og anleggum.”
Equinor metir, at norska olju- og gassframleiðslan í 2050 fer at vera helvtina av tí hon er í dag. Kortini fer felagið at gera íløgur í framleiðslu á verandi feltum og eisini í framtíðar leiting. Equinor arbeiðir eisini við havvindorku og goymslu av CO2. Sí eisini:
https://www.equinor.com/no/news/2020-01-07-johan-sverdrup-official-opening.html/?utm_source=newssubscription&utm_medium=email
https://www.equinor.com/en/news/2020-01-06-climate-ambitions-norway.html
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald