Tað er ikki einans í okkara parti av heiminum, at olju- og gassfeløg vilja vera við til at menna varandi orku, eitt nú havvindorku. Norska olju- og gassfelagið Equinor, sum hevur gingið á odda at menna havvindorku í Norðsjónum, hevur gjørt sáttmála við suðuramerikanska orkurisan Petrobras í Brasil um at víðka samstarvið millum feløgini til eisini at fevna um kanningar av sjey havvindmylnuverkætlanum út fyri strondini í Brasil, har ætlanin er at byggja út varandi orkuna við upp til 14,5 GW.
Henda ætlanin, sum enn bara er á tekniborðinum, skal vera við til at skunda undir grøna orkuskiftið í hesum eina av heimsins fólkaríkastu londum. Feløgini hava samstarvað í mong ár og fegnast stjórin í Equinor, Anders Opedal um enn eitt týðandi framstig í hesum samstarvi. Endamálið er at menna varandi orku á ein burðardyggan hátt sigur Equinor stjórin sambært heimasíðuni hjá felagnum.
Anders Opedal (vm.), samtaksstjóri í Equinor, og Jean Paul Prates, samtaksstjóri í Petrobras.
- Henda avtalan fer at vera slóðbrótandi fyri reina og varandi orku í Brasil, har møguleikarnir at menna havvindorku eru sera stórir og harvið skunda vit eisini undir grøna orkuskiftið sigur Opedal.
- Vit skulu brúka okkara drúgvu tøkniligu royndir innan olju og gass saman við Petrobras til at menna varandi orku so sum vind til havs. Enn er ikki talan um ítøkiligar ætlanir at byggja út men fyribils bara um kanningar, sum kunnu hava við særl íløgur seinni.
Avtalan snýr seg um at kanna útbygging av fleiri vindmylnulundum til havs. Feløgini hava longu samstarvað í fleiri á bæði á olju og varandi orkuøkinum. Equinor hevur arbeitt í Brasil síðani 2001 og landið eitt av kjarnuøkjunum hjá norska felagnum.
Nýggjastu íløgurnar felagið ger í Brasil snúgva seg í stóran mun um at minka um útlátið av veðurlagsgassum fra olju- og gassframleiðslu. Vindorka til havs verður mett at kunna vera týðandi partur til tess at røkka hesum máli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald