Uttanlands

Norska Equinor nærkast aftur Føroyum

Hevur júst keypt meirilutan í stóru Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar

Rosebank olju- og gasskeldan nærkast útbygging, nú Equinor hevur keypt meirilutan í kelduni. Tað verður tikið sum tekin um, at vit um nøkur ár fara at síggja kolventisframleiðslu skamt frá føroyska markinum.

Rosebank olju- og gasskeldan nærkast útbygging, nú Equinor hevur keypt meirilutan í kelduni. Tað verður tikið sum tekin um, at vit um nøkur ár fara at síggja kolventisframleiðslu skamt frá føroyska markinum.

2023-03-03 11:03 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað eru nú nøkur ár síðani, at táverandi Statoil varð eitt hitt mest virkna oljufelagið í sambandi við leiting á føroyska landgrunninum. Vánaligu leitiúrslitini og ein ein sera lágur oljuprísur vóru orsøkin til, at leitifeløgini tóku seg úr aftur Føroyum. Síðani tá er nógv hent hinumegin markið á bretskum øki. Har eru gjørd stór olju- og gassfund, sum nú eftir øllum at døma verða útbygd til framleiðslu. Bretska stjórnin vil minka um bindingarnar til innflutta orku og sær tí fegin, at orkufeløg gera íløgur í bæði nýggja leiting og útbygging av verandi fundum. 

[object Object]

Og her er norska Equinor eitt av feløgunum, sum hevur í umbúnað at byggja út eina risastóra olju- og gassleið. Tað er Rosebank, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. 

Í morgun bórust so tíðindini um, at Equinor hevur keypt kanadiska felagið Suncor, sum eigur stóran part av Rosebank kelduni. Hetta merkir helst, at norska felagið er komið eitt týðandi stig víðari í sínum ætlanum at útbyggja kelduna.

[object Object]Equinor gjørdi herfyri sáttmála um at nútímansgera framleiðsluskipið Petrojarl Knarr, sum skal standa fyri framleiðsluni á Rosebank kelduni, tá hon møguliga verður útbygd. 

Við umrødda keypi ber til at staðfesta, at Statoil í sínum nýggja hami, Equinor, nú aftur nærkast Føroyaleiðunum. Gitt verður, at ein útbygging av eini keldu so tætt við Føroyar, kann verða við til at varpa nýtt ljós á aftur føroyska landgrunnin. Feløg, sum byggja út keldur, leggja seg oftast eftir at leggja undir seg grannaøki, sum møguliga eisini kunnu goyma olju og gass. Verða so goymslur funnar tætt við, í føroyskum øki, kunnu hesar bindast í komandi infrakervið á Rosebank leiðini. 

Equinor hevur goldið nærum 8,5 mia. kr. fyri allar ognirnar hjá Suncor í bretskum øki og herímillum eisini framleiðandi leiðina Buzzard eystan fyri Aberdeen. Hon er í løtuni tann keldan, sum framleiðir mest á bretska landgrunninum. 

Keypið merkir, at Equinor ætlar at halda fram við at menna ognir sínar í bretskum øki og harvið eisini tætt upp at føroyska markinum. Ein avgerð um útbygging verður tikin í hesum árinum. Hon skal so eisini endaliga góðkennast av bretsku myndugleikunum, sum m.a. seta stór krøv til at minka um útlátið. Í hesum sambandi er Equinor longu í gongd við at kanna møguleikarnar at elektrifisera verandi og komandi pallar. Tað verður mett at kunna minka um útlátið við 70%.

[object Object]Rosebank og Cambo olju- og gassleiðirnar liggja skamt frá føroyska markinum og eru sannlíkindi fyri, at tær verða útbygdar til framleiðslu. 

Equinor eigur nú 80% av Rosebank, meðan Ithaca Energy eigur 20%. Hetta felagið er fyristøðufelag og høvuðseigari av oljukelduni Cambo, sum eisini liggur tætt við føroyska markið. Arbeitt verður eisini við eini ætlan at útbyggja ta kelduna og fer ein avgerð at verða tikin í hesum árinum eisini. Onkur tekin eru nú til, at henda avgerð møguliga verður útsett orsakað av nýggja eykaskattinum, sum bretska stjórnin hevur álagt oljufeløgum. 

Keypið hjá Equinor fyllur nógv í bretskum orkumiðlum í morgun, tí tað gevur ikki minst stóru bretsku veitaravinnuni vón um, at nú fer lív at koma aftur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og her serstakliga vestan fyri Hetland. Equinor sigur í eini viðmerking, at felagið metir Norðsjógvin og Atlantsmótið sum eitt av sínum kjarnuøkjum uttan fyri Norra. 

Tað hava annars verið fleiri mótimæli í Bretlandi móti útbyggingini av Rosebank. Fleiri umhvørvisfelagsskapir krevja av bretsku stjórnini, at hon sýtir fyri at góðkenna eina útbygging, sum teir meta gongur beint ímóti altjóða veðurlagspolitikkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder