Uttanlands

Norska Equinor nýggjan oddamann

Anders Opedal tekur við eftir Eldar Saetre, sum hevur arbeitt hjá fyritøkuni í 40 ár

Anders Opedal, sum tekur við oddasessinum í norska oljurisanum Equinor

Anders Opedal, sum tekur við oddasessinum í norska oljurisanum Equinor

2020-08-10 14:20 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Eldar Saetre, sum nú leggur frá sær sum stjóri í Equinor.

Norska oljufelagið Equinor, sum á sinni var undangongufelagið í føroysku oljuleitingini, skal hava nýggjan samtaksstjóra.

Anders Opedal tekur yvir eftir Eldar Saetre, sum hevur starvast hjá fyritøkuni seinastu 40 árini. Opedal tekur við nýggja starvinum 2. november. Hann hevur í dag leiðsluna fyri tøkni, verkætlanum og boring hjá Equinor. Hann hevur m.a. staðið á odda fyri eini tí størstu útbyggingini hjá Equnor seinastu árini, Mariner feltið í bretskum øki eystan fyri Hetland.

Opedal hevur arbeitt hjá Equinor siíðani 1997. Hann er útbúgvin sum kolvetnisverkfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Edinburg í Skotlandi.

Equinor sigur í einum tíðinaskrivi, at uppgávan hjá nýggja stjóranum verður: “To accelerate Equinor’s development as a “broad energy company” and “increase value creation for our shareholders through the energy transition.” Tvs. at hann skal halda fram við menningini av felagnum til at gerast eitt breitt orkufelag, har orkuskiftið við eitt nú varandi orku verður raðfest høgt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder