Eftirspurningurin eftir norska gassinum er vaksin so mikið nógv, at roknað verður við, at norska gassframleiðslan fer at økjast við 8% í mun til í fjør og harvið seta met. Hetta saman við einum methøgum prísi hevur gjørt, at norsku inntøkurnar frá bæði gassi og olju ongantíð hava verið so høgar.
Nýggi norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland luttók nú um dagarnar á eini ráðstevnu um framtíðar norsku orkuframtíðina. Hann gjørdi greitt, at kríggið í Ukraina og støðan á altjóða orkumarknaðinum fer eisini at seta síni fingramerki á norska orkuframleiðslu. Henda sama dag skuldi norski orkuráðharrin taka støðu til eina umsókn frá oljufelagnum ConocoPhillips um útbygging av Ekofisk oljufeltinum fyri 10 mia. kr.
Norski orkuráðharrin Terje Aasland fer at skunda undir viðgerðina av framtíðar umsóknum at útbyggja gassframleiðsluna á norska landgrunninum
-Vit eru farin inn í eina tið, har orkutrygd er meira týdningarmikil enn nakrantíð. Tá og um tað koma nýggjar umsóknir um loyvi at fremja tiltøk, sum kunnu økja um framleiðsluna av olju og gassi, fari eg at viðgera hesar skjótt og effektivt, segði ráðharrin.
Við hesum gongur hann eisini í fótafetunum hjá sínum bretska starvsfelaga, sum í seinastuni hevur gjørt greitt, at bretskir myndugleikar fara at taka væl ímóti umsóknum um útbyggingar av olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum og skunda undir viðgerðina av teimum.
Undir ráðstevnuni gjørdi Aasland greitt, at eftirspurningurin eftir norskum gassi fer at fylla nógv í kjakinum um framtíðar orkupolitikkin.
Ráðharrin vísti á, at skjótt fer framleiðslan av LNG gassi frá Snøhvit gassleiðini í Barentshavinum í gongd aftur, eftir steðg í rúma tíð vegna eldskaða. Størsti parturin av øktu framleiðsluni fer tó at ganga gjøgnum mongu rørleiðingarnar inn á evropeiska meginlandið.
Roknað verður við uppaftur størri eftirspurningi eftir norskum gassi, tá Evropa av álvara fer at boykotta allan olju- og gassinnflutning úr Russlandi. Tá verður veruliga uppaftur størri tørvur á norskum gassi. Ein frágreiðing frá greiningarfyritøkuni Rystad Energy vísir, at Norra longu í ár fer at kunna útflyta meira gass enn Russland. Kortini fer tørvurin á gassi á evropeiska meginlandinum at vera størri enn tað Norra er ført fyri at framleiða.
Kelda e24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald