Hetta vísa tøl, sum norska NTB hevur fingið fatur á. Í dag verða olja og gass framleidd frá ikki færri enn 90 ymiskum leiðum. Hetta talið kann lættliga vaksa til 130 um fá ár. Og tað merkir, at oljuframleiðslan fer at vaksa komandi árini.
-Vit síggja eitt íløguboom sigur Diderik Lund, professari í samfelagsbúskapi við NTB.
Orsøkin heldur hann m.a. vera góðu skattatreytirnar fyri nýggjar verkætlanir, sum vórðu samtyktar í norska Stórtinginum í fjør.
Norska greiningarfyritøkan Rystad Energi metti herfyri, at nærum 60 nýggjar útbyggingar fara av bakkastokki í hesum árinum. Millum hesar er Johan Castberg í Barentshavinum tann størsta. Eisini er stórur áhugi fyri at fáa nýggj leitiloyvi á norska landgrunninum. Roknað verður við, at einans helvtin av oljuni í undirgrundini er tikin upp. Bara við teimum loyvunum, sum eru latin higartil, ber til at leita í 10 ár aftrat.
Hóast tað er politikkurin hjá nýggju norsku stjórnini at menna oljuvinnuna, so eru tað eisini bæði vísindafólk og politikarar, sum ávara um avleiðingarnar henda gongdin kann fáa fyri grøna skiftið. M.a. verður víst á, at altjóða orkustovnurin IEA hevur gjørt útrokningar, sum vísa, at tað er ikki pláss fyri fleiri nýggjum oljufeltum, um globala upphitingin skal haldast undir 1,5 stig.
Sambært E24 so heldur SSB granskarin Ådne Cappelen, at økt oljuframleiðsla kann skapa trupulleikar fyri grøna skiftið, tí oljuídnaðurin og grøna vinnan so sum havindur og vetni kappast um somu arbeiðsmegina. Tess longur man heldur lív í oljuídnaðinum, tess torførari verður tað at útvega fakfólk til grøna ídnaðin sigur hann við NTB.
Tað er greitt, at kravið um at steðga við oljuleitingini í Norra hevur størstu undirtøkuna í umhvørvisrørsluni. Men eisini teir tríggir flokkarnir í andstøðu, SV, Rødt og MDG eru ímóti nýggjari oljuleiting. Sum nakað nýtt hevur eisini norska Kirkjuráðið heitt á myndugleikarnar um at lurta eftir umrøddu tilmælum um at steðga leiting.
Hesum taka tó stjórnarflokkarnir AP og SP ikki undir við, tó at teir siga, at nýggj leiting skal bara vera í longu kendum økjum. Nýggi norski oljuráðharrin Marte Mjøs Persen sigur sambært E24, at Norra skal “udvikle, ikke avvikle oljen.”
Hon vísir á, at orsøkin til vøksturin í oljuframleiðsluni stavar fyrst og fremst frá tí risastóra Johan Sverdrup oljufeltinum, sum er orsøkin til vøkstur í framleiðsluni fram til 2024. Eftir tað fer framleiðslan at minka, tí verandi felt á landgrunninum tá eru farin at tømast, og tey nýggju, sum koma aftrat, eru minni enn tey, sum tømast.
Vit skulu júst 50 ár aftur í tíðina til fyrstu norsku oljuframleiðsluna, sum kom frá oljufeltinum Ekofisk. Síðani tá er olja og gass framleitt frá 115 leiðum á norska landgrunninum. Higartil eru 49% av oljuni í goymslunum tikin upp. Við ársskiftið 2020/2021 vóru 90 framleiðandi leiðir, 67 í Norðsjónum, 21 í Norskahavinum og 2 í Barentshavinum. Tær tríggjar størstu eru Troll, Johan Sverdrup og Snøhvit. Í hesum árinum eru fýra nýggj felt farin undir framleiðslu, harav Martin Linge er tað størsta. Aftrat hesum eru sjey leiðir góðkendar til framleiðslu. Roknað verður við at tíggjutals nýggjar útbyggingar koma frá tekniborðinum til myndugleikarnar í komadi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald