Uttanlands

Norska oljuvinnan risastórar íløgur í 2025

Væntandi fara íløgur í norsku olju- og gassvinnuna at seta met í hesum árinum og fara síðani at lækka í 2026

2025-06-09 14:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Metingar vísa, at vinnan fer at gera íløgur fyri umleið 270 mia. kr. í 2025 í mun til 254 mia. . kr. í farna ári. Ìløgurnar í 2026 eru mettar til umleið 207 mia. kr.

Millum fyritøkurnar, sum standa fyri stórum parti av íløgunum, er Vaar Energi, hvørs størsti partaeigari er italska ENI. Felagið fer at góðkenna 14 nýggjar verkætlanir móti ársenda í ár, sum fevna um smærri olju- og gassfund, ið eru gjørd nærhendis verandi oljuleiðum í Norðsjónum. Hesar útbyggingar fara at vaksa munandi um framleiðsluna frá verandi framleiðsluleiðum.

Hóast hetta verður ikki roknað við, at nýggjar framleiðslur her fara at steðga minkingini í olju og gass framleiðsluni í 2026.

Altjóða orkustovnurin IEA hevur eisini gjørt sínar metingar av íløgum í olju og gassframleiðsluna  og kemur til, at samlaðu íløgurnar í heiminum í olju og gass í 2025 fara at minka við 6%. Tað verður sostætt fyrsta árið eftir korona, at íløgurnar lækka. IEA sigur, at íløgur í nýggja reina orkutøkni fara at hækka tvífalt so nógv sum í fossila orku.

Ein orsøk til minkandi íløgurnar í fossila orku er eisini atgongdin til kapital. har støðan er tann, at alsamt fleiri peningafyritøkur velja íløgur í fossisla orku frá í mun til grønar orkuloysnir. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder