Stóra prísskædlið í altjóða oljuvinnuni nøkur ár herfyri hevði við sær, at túsundtals fólk í hesi vinnuni mistu arbeiðið. Eisini nógvir føroyingar, sum m.a. arbeiða í norskari og danskari olju- og frálandsvinnu. Nú oljuprísurin er komin fyri seg aftur sæst hetta eisini aftur á arbeiðsplássunum eitt nú í Norra. Í oljufylkinum Rogalandi peika pílarnir nú uppeftir aftur. Í ár er arbeiðsloysið einans 3,5%. Tað er 26% minni enn somu tíð í fjør skrivar Rogalands Avis.
Sambært blaðnum stendur nú á at fáa fólk til fleiri av størvunum innan olju- og gassvinnuna. Hóast hetta ikki er vorðin ein stórur trupulleiki enn, so bera fleiri fyritøkur, sum arbeiða í oljuvinnuni, ótta fyri gongdini. Hetta er so eisini orsøk til, at fyritøkur nú av álvara eru farnar at hyggja eftir arbeiðsfólki í útlandinum, sum eisini var gongdin fyri oljukreppuna í 2014. Kortini er støðan tann í løtuni, at fyritøkurnar kenna seg ikki heilt tryggar við støðuna og seta tí fólk í fyribils størv. Oljan.fo skilur, at PAM Offshore Service í Havn hevur eisini merkt væl til vaksandi virksemið í norsku oljuvinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald