2024-01-17 08:55
Tað var norski orkuráðharrin Terje Aasland, sum í gjár á eini orkuráðstevnu í Sandefjord boðaði frá, at hon hevur avgjørt at lata 62 nýggj leitiloyvi eftir olju og gassi á norska landgrunninum.
Talan er tó ikki um nýggj leitiøki men um øki, sum liggja í sonevndum búnum økjum, har framleiðsla longu fer fram. Talan er um 24 feløg, sum fáa hesi loyvini. Av teimum eru 29 loyvi í Norðsjónum, 25 í Norskahavinum og 8 í Barentshavinum.
Norska Equinor fær flestu av loyvunum, tilsamans 39. Sum skilst er talan fyrst og fremst um at leita eftir gassi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald