Uttanlands

Norska stjórnin økir klimamálið til 55 prosent

Norska stjórnin hevur avgjørt at vaksa sítt klimamál við 5% og harvið minka útlátið við 55 prosentum í 2030

2022-11-04 07:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta segði Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri á tíðindafundi í gjár. Norra má gera meira fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum segði hann og kemur henda nýggja norska støðan fáar dagar undan veðurlagsráðstevnuni COP27 í Egyptalandi komandi sunnudag og sum  fer at vara í tvær vikur. 192 lond vera við og skulu tey semjast um, hvussu yvirupphitingin í heiminum kann steðgast. Sambært Parísavtaluni frá 2015 binda øll heimsins lond seg til at minka um útlátið, so hitin í mesta lagi hækkar við 1,5 stigum. Hvørt fimta ár skulu londini eisini endurskoða síni mál og boða ST frá. 

[object Object]

Støre sigur, at veðurlagsbroytingarnar fyrst og fremst raka tey fátækastu londini, og at Norra hevur tøknina, royndirnar og vitanina til at geva eitt størri íkast. -Tað er umráðandi, at vit ikki missa mótið og geva skarvin yvir. Tí halda vit í stjórnini, at tað hevur stóran týdning at vera partur av COP27.

Hann vísir á, at ídnaðurin kann gerast meira grønur eins og vit eiga at raðfesta havvindorkuna, fangan og gloymslu av CO2, menning av battarítøknini og vetni, har Norra kann hava ein leiðandi leiklut.

Allir partar av samfelagnum skulu vera við í hesi uppgávuni  sigur veðurlags- og umhvørvisráðharrin Espen Eide. -Vit skulu fara frá fossilum til varandi orku í øllum pørtum av samfelagnum segði Eide á tíðindafundinum. Hann vónar, at onnur lond fara at taka norska stigið til eftirtektar nú undan toppfundinum í Egyptalandi. 

Menningarráðharrin Anne Tvinnereim heldur, at ráðstevnan í Egyptalandi fer serstakliga at snúgva seg um avbjóðingarnar, sum Afrika stendur fyri, nú ikki minst londini í Afrika eru og verða so hart hart av veðurlagsbroytingunum. -Norra skal geva sítt íkast sigur hon og leggur aftrat, at Norra fer at tvífalda klimafíggingina innan 2026. 

Nettupp fíggingin av leiklutinum hjá menningarlondunum fyri at steðga veðurlagsbroytingunum verður eitt av høvuðsevnunum á COP27. Á seinastu ráðstevnuni lovaðu ríku londini at rinda 100 mia. dollarar til menningarlondini, eitt lyfti tey enn ikki hava livað upp til. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder