Uttanlands

Norska stjórnin stuðlar oljuvinnuni

Hjálparpakki við útsettum skatti fer at skapa rúm fyri íløgum uppá 100 mia. kr., sum kunnu halda lív í veitingarvinnuni

2020-06-15 10:11 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Veitaravinnan hevur alstóran týdning fyri arbeiðspláss og inntøkur hjá norska statinum

Nú um dagarnar gjørdi norska stjórnin av at taka undir við einum uppskoti at stuðla hart raktu norsku oljuvinnuni. Hóast ósemja hevur verið um, hvussu oljuvinnan skuldi stuðlast, so tekur ein stórur meiriluti í Stórtinginum undir við at lata oljuvinnuni ein kreppupakka, sum útsetir skattin oljufeløgini rinda til tað almenna í ávísa tíð. Uppskot til stuðul snýr seg um, at oljufeløgini skulu rinda minni í skatti nú og meira seinni.

Ein av grundgevingunum fyri at geva oljuvinnuni eina hjálpandi hond í hesi torføru tíð við metlágum oljuprísum og koronasótt var óttin fyri, at oljufeløgini fara heilt at gevast við at gera íløgur í bæði leiting og útbyggingar, nakað, sum kundi fingið álvarsligar fylgjur fyri sera mong arbeiðsplass í veitingarvinnuni.

Kreppan hevur longu havt ringa ávirkan á nýggjar verkætlanir, sum eru lagdar á hillina fyribils. Roknað verður nú við, at umleið 100 mia. kr. verða leysgivnar at gera nýggjar íløgur við í oljuvinnuni, nú stórur partur av skattinum hjá vinnuni verður útsettur.

Í semjuni millum politikararnar og vinnulívið verður víst á, at hildið verður kortini fram við royndunum at gera framtíðina meira grøna og minka um CO2 útlátið. Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, hevur verið rættiliga ivasom um, hvussu stuðulin tll oljuvinnuna skuldi veitast. Ein møguleiki var eisini at lækka partafelagsskattin hjá oljufeløgnum, men ta loysnina dámdi forsætisráðharrin lítið, tí hon bar ótta fyri, hvat restin av vinnulívinum so fór at krevja. Tí bleiv úrslitið útsetan av skattinum.

Erna Solberg úttalar eftir avgerðina at stuðla vinnuni við útseting av skatti, at tað er umráðandi samtíðis sum hugsað verður grønt, eisini at gera umleggingina til grøna orku so smidliga og skilagóða sum til ber og ikki leypa framav.  Avgerandi er at kunna halda fram við tøkniligu menningini, sum ikki minst oljuvinnan sjálv stendur fyri og fremur.

 

 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder