Hesa seintastu tíðina hava verið fleiri hendingar í Eystrasalti, har orku- og samskiftiskaðalar eru slitnaðir. Nógv bendir á, at Russland stendur aftanfyri hendingarnar vilja fleiri vera við, tó at tað enn ikki fyriliggja ítøkilig prógv, hvør stendur aftanfyri.
![]()
Eisini hevur verið gitt, at Kina kann hava ein leiklut í mongu hendingunum, har kinversk skip eru undir illgruna fyri við vilja at hava sleipað akker yvir týdningarmiklar rørleiðingar. 1. Jóladag varð orkukaðalin Estlink 2 millum Estland og Finland kvettur av. Kaðalin verður brúktur til at veita streym úr Norðurlondum til baltisku londini. Løgreglan í Finlandi hevur funnið sleipispor á havbotninum í Eystrasalti uppá fleiri kilometrar og er komið til, at hesi stava frá skipinum Eagle S.
![]()
Nú rópar eisini norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre varskó og sigur, at talan kann vera um eitt slag av hybridkrígshóttan, ið er sera álvarslig.
![]()
Norska stjórnin fylgir gongdini og hevur Støre samband við sínar starvsfelagar í Finlandi og Estlandi. Stjórnin fer nú at leggja fram eina fullkomna trygdarskipan fyri at menna samskipanina millum ymsar partar av samfelagnum fyri at vera tilbúgvin í sambandi við nýggjar hóttanir sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald