Uttanlands

Norski oljugrunnurin eigur nú 15.000 milliardir kr. 

Á middegi í gjár náddi heimsins størsti grunnur, norski oljugrunnurin 15.000 milliardum kr. 

Norski oljugrunnurin, sum er eindømi í heiminum, er við til at fíggja norska vælferðarsamfelagið eins og leggja pengar til síðis til komandi ættarlið.

Norski oljugrunnurin, sum er eindømi í heiminum, er við til at fíggja norska vælferðarsamfelagið eins og leggja pengar til síðis til komandi ættarlið.

2023-05-19 10:21 Author image
Jan Müller
placeholder
Hóast strongt verður á grøna orkuskiftið kring allan heimin, so er olju- og gassvinnan framvegis ein týðandi partur av orkunýtsluni og fer at vera tað í tíggjutals ár aftrat. 

Hetta kunnu ikki minst norðmenn sanna, nú pengarnir halda fram við nærum at floyma inn í norska oljugrunnin, sum hósdagin náddi tí magiska 15.000 mia. kr. talinum.

[object Object]
 
Á nýggjárinum var upphæddin 12.429 mia. kr. skrivar E24. Hesar seinastu fimm mánaðirnar er grunnurin vaksin við 2500 mia. kr. Orsøkin til hækkingina er eitt sera gott útbýti, lægri krónukursur og nýggjur kapitalur til grunnin. 

Ein partur av avkastinum fer beinleiðis á norsku fíggjarlógina, sum harvið er við til at fíggja alskins tænastur í norska gerandisdegnum. Olja og gassframleiðsla hava verið við til at gera Norra til heimsins ríkasta land. Men meginparturin av inntøkunum eru ætlaður at koma komandi ættarliðum til góða. 

Norra er í teirri hepnu støðu, at stórur partur av undirgrundini goymir olju og gass í stórum nøgdum. Og hetta hava norðmenn verið seta góðir til at troyta og hava harvi ment eina tað mest nútímans olju- og gassvinnuni á landi og til havs í heiminum. 

Og hóast stór mótstøða er millum eitt nú umhvørvisfelagsskapir og nakrar politiskar flokkar er ímóti nýggjari leiting á norska landgrunninum og her serstakliga í norðaru økjunum í Barentshavinum, so hevur norska stjórnin gjørt greitt, at tørvurin á olju og gassi er so mikið stórur og fer at vera tað í mong ár aftrat, og tí er neyðugt at útbyggja tey mongu fundini, sum longu eru gjørd og haraftrat at geva loyvi til leiting í nýggjum økjum. 

Kortini hevur minnilutastjórnin undir leiðslu av Arbeiðaraflokkinum rakt eina hond út til stuðulsflokkin SV og hevur í onkrum føri útsett leitiútbjóðingar. Tað er annars politikkurin hjá norsku stjórnini eins og hjá stjórnunum í øllum Norðurlondum at raðfesta átøk í sambandi við veðurlagsbroyting so sum at minka um CO2 útlátið á ymsar hátt. 

Nú um dagarnar varð roynd gjørd at tvinga  høvuðsmotorin í norsku oljuvinnuni, Equinor til at raðfesta grøna orkuskiftið og leggja á annan bógv við sínari íløgustrategi. Henda roynd frá andstøðuflokkum og umhvørvisfelagsskapum miseydnaðist tó, og tók bæði leiðslan í Equinor eins og ráðharrin við ábyrgd fyri oljuvinnuni ikki undir við hesi roynd at niðurraðfesta íløgur í olju og gass. 

Hetta fall í góða jørð hjá oljuvinnuni og sást hetta aftur í seinastu útbjóðingini av loyvum til nýggja leiting. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder