Uttanlands

Norski oljugrunnurin: Málið er netto null útlát í 2050

Grunnurin hevur sett sær sum mál at taka seg úr fyritøkum við høgum veðurlagsváða, og sum ikki hava ætlanir um at minka um henda

Nicolai Tangen, stjóri í norska oljugrunninum sigur, at grunnurin fer at raðfesta veðurlagsmálini.

Nicolai Tangen, stjóri í norska oljugrunninum sigur, at grunnurin fer at raðfesta veðurlagsmálini.

2022-09-20 11:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljugrunnurin, sum verður mettur at vera tann størsti í heiminum, sigur, at øll feløg og fyritøkur hann hevur sett pengar í, skulu hava sum mál netto null útlát í 2050. Hetta stendur á lesa í sonevndari “Klimahandlingsplan”, sum varð løgd fram í morgun skrivar Finansavisen.

Norski oljugrunnurin eigur í 9000 fyritøkum í 70 londum og fer veðurlagsváðin at verða raðfestur í framtíðini.

Í fyrstu atløgu fer grunnurin at ávirka feløg, sum standa fyri størstu útlátunum av veðurlagsgassum.

Grunnurin sigur, at veðurlagsbroytingarnar eru ein av størstu avbjóðingunum í hesi øldini og vísir samtíðis til málini í Parísavtaluni. Sambært greiningum hjá grunninum er tað ein seinkað veðurlags broytingartilgongd, sum fer at vera størsti  búskaparligi váðin fyri grunnin.

- Vit hava sum mál at vera heimsins leiðandi íleggjari. tá tað snýr seg um, hvussu  veðurlagið verður handfarið. Okkara inntøka uppá longri sikt fer at vera tætt tengd at, hvussu feløgini vit gera iløgur í megna at flya seg til eitt null útláts samfelag, sigur leiðarin Nicolai Tangen í Norges Bank Investmen Management, sambært Finansavisen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder