Í gjár setti norski oljugrunnurin met. Tá fór upphæddin í hesum heimsins størsta grunni upp um 8.679 mia. kr. Tá nærkast grunnurin næsta vegamótinum, sum er 8.700 mia. kr. Virðið av oljugrunninum vaks í 2017 við 1.028 mia. kr. til 8.488 milliardir og gav eitt metstórt útbýti uppá 13,7%.
Tá norska stjórnin legði fram budgettið 12. oktober í fjør varð grundarlagið, at virðið á oljugrunninum við árslok fór at vera 7.898 mia. kr. Og við endan av 2018 hevur stjórnin mett, at tað fer at vera uppá 8.224 mia. kr. Í framskrivingini av oljugrunninum í statsbudgettinum er metingin, at oljugrunnurin við byrjanina av 2020 fer at vera verdur 8.564 mia. kr. Tað merkir, at oljugrunnurin longu við endan av 2017 varð næstan tvey ár frammanfyri metingina.
Leggur man nú saman bæði uttanlands- og innanlandspartin av grunninum, svarar tað til 8.930 mia. og svarar tað til 1,685 mió. kr. uppá hvønn íbúgva í Norra.
Kelda: Oljugrunnurin, E24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald