2024-01-31 12:41
Samlaða marknaðarvirðið á grunninum varð uppá 15.764,8 mia. kr. við ársenda í fjør.
Grunnurin hevði eitt nógv betri úrslit enn árið fyri segði leiðarin Nicolai Tangen á tíðindafundi í morgun. Serstaliga vóru tað partabrøvini, sum góvu grunninum vind í seglini við einum úrsliti uppá 21,3%.
Avkastið av rentuíløgunum var 6,1%, meðan íløgurnar í ognir góvu eitt minus uppá 12,4%. Úrtøkan frá undirstøðukervi fyri varandi orku var 3,7%.
Samanlagt hevði Oljugrunnurin eitt avkast, vinning uppá 16,1% ella 2.222 mia. Hetta er tað hægsta hjá grunninum nakrantíð.
Hóast høga inflatión og geopolitiskt órógv, var partabrævamarknaðurin sera sterkur í 2023, eftir eitt veikt ár í 2022. Serstakliga vóru tað partabørv í tøknifyritøkur, sum høvdu ein sera høgan vinning sigur Tangen.
Í 2022 hevði grunnurin eitt negativt avkast uppá 14,4% svarandi til eina virðisminking uppá 1.637 mia. kr. Kortini var ein veikur krónukursur og methøgar inntøkur frá oljuvirksemi við til at geva grunninum ein vøkstur uppá 200 mió. kr.
Móti endanum av 2023 vóru 70,9% av øllum íløgum í Oljugrunninum partabrøv í 8.859 fyritøkum í 65 londum. Marknaðarvirðið á grunninum móti endanum av 2022 vár 12.429 mia. kr., og í løtuni er tað 16.200 mia. kr.
Framvegis fara størstu íløgurnar í tøknifyritøkur og hækkaðu hesar við meira enn 50% í fjør fyrst og fremst orsakað framgongdini í vitlíki (AI). Her liggur Microsoft á odda, og móti endanum av 2023 átti grunnurin virðið uppá 358,4 mia. kr. har. Sostætt hevur Microsoft lagt seg frammanfyri Apple við Oljugrunninum sum størsta íleggjara.
Keldur: e24.no, Norges Bank Investment Management (NBIM)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald