Uttanlands

Norski orkuráðharrin: -Vilja fegnir samstarva við Føroyar

-Bæði tá talan er um olju og gass og havbotnsmineral.

Jacob Vestergaard hitti norska starvsbróðurin Terje Aasland á ONS oljumessuni í Stavanger í farnu viku. Mynd Jan Müller

Jacob Vestergaard hitti norska starvsbróðurin Terje Aasland á ONS oljumessuni í Stavanger í farnu viku. Mynd Jan Müller

2026-08-31 15:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var ein bæði fyrikomandi og jaligur Terje Aasland, norskur orkumálaráðharri, sum føroyski orkuportalurin “Orkan.fo” hitti undir vitjanini hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard á altjóða oljuráðstevnuni ONS í vikuni. Eftir at teir báðir høvdu høvi at práta saman í góðan hálvan tíma undan setanini av stóru orkuráðstevnuni í Stavanger fingu vit orð á hann.

-Hetta var ein sera góður fundur. Tað áhugaverda er eisini, at Føroyar og Norra hava mong felags áhugamál. Bæði møguleikin fyri at útvinna olju og gass, men eisini havbotnsmineral, sum er eitt sera spennandi øki. Føroyar hava møguleika at troyta sítt tilfeingi á egnan hátt og seta seg í førarasetrið við fullum eftirliti av hesum. Tað haldi eg er bæði spennandi og gott segði ein vælhýrdur orkuráðharri eftir fundin.

[object Object]Jan Müller frá Orkan.fo hevur samrøðu við norska orkuráðharran, Terje Aasland 

Gagnligt at kunna læra av hvørjum øðrum

-Og kunnu Føroyar læra av Norra?

-Tað er møguligt. Vit vilja í hvussu er fegnir hjálpa til og stuðla gongdini.

-Eisini til at seta borin í?

-Sum eg skilti tað á fundinum við landsstýrismannin, so snýr hetta seg í løtuni um skipan av rammuverkinum fyri olju- og gassvirksemi, sum longu hevur fingið íblástur av tí vit hava í Norra. Og tá talan er um havbotnsmineral, so hava vit eisini eina lidna ætlan, konsept fyri tí, og tað kann eisini vera gagnligt at læra av hvørjum øðrum. So eg trúgvi uppá samstarv.

Og hvat sigur tú til, at norsk oljufeløg kanska vilja koma aftur til Føroya í framtíðini?

-Tá hevði eg sagt, at tað hevði verið positivt.

-Hvat sigur tú til boðskapin hjá tínum føroyska starvsfelaga undir ONS vitjanini um, at Føroyar vilja stuðla Norra í sínum arbeiði at veita orkutrygd til Evropa?

-Tað er ein spennandi møguleiki, og nakað eg kann taka undir við, men hetta má so vera nakað, sum føroyingar sjálvir uimrøða og taka støðu til - á einum sjálvstøðugum føroyskum grundarlagi. Tað er sera týdningarmikið.

Terji Aasland sigur at enda, at tey í Norra taka væl ímóti einum føroyskum ynski um samstarv, har tey vilja deila vitan og royndir við føroysku grannarnar.

[object Object]Anders Opedal, samtaksstjóri í Equinor. Mynd Jan Müller

Ongar ætlanir í løtuni at fara inn í føroyska økið

Spurningurin um framtíðar norska luttøku í leiting við Føroyar var eisini uppi at venda á tíðindafundum á ONS. Tá stjórin í Equinor fekk spurningin, um felagið hevði nakra ætlan um at fara undir aftur leiting í Føroyum, svaraði hann, at tað hevði felagið ikki í løtuni. Hetta er ein spurningur um jarðfrøði og ikki um landaøki. Uppá spurningin um Equinor tó vildi taka upp fyrispurningin frá føroyska vinnuráðharranum á vitjan í Stavanger um samstarv millum brøðratjóðir í framtíðini svaraði Anders Opedal, at tað var altíð gott at hava brøður sum grannar. -So lat okkum fylgja upp uppá tað legði hann aftrat.

[object Object]Norska Equinor er partur av oljuútbygginini á Rosebank kelduni eystan fyri føroyska markið. Orkuráðharrin heldur, at londini bæði kunnu samstarva bæði rundan um olju og gass og havbotnsmineral

Bíða eftir avgerð frá bretsku stjórnini

Tá spurningurin um Rosebank kelduna eystan fyri Føroyar varð tikin fram greiddi stjórin fyri altjóða leiting hjá Equinor, Philippe Mathieau frá, at nú verður bíðað eftir eini avgerð hjá bretsku stjórnini. Hon verður rættiliga avgerandi fyri, hvat fer at henda í økinum millum Hetland og Føroyar.

Um stjórnin ger av at góðkenna Rosebank verkætlanina, sum felagið Adura stendur fyri - ið er ein samanlegging av Equinor og Shell í bretskum øki - so sær Equinor fleiri møguleikar í økinum vestan fyri Hetland, har tað kann koma uppá tal at útbyggja smærri felt. Í hesum sambandi vóru eisini nevnd fleiri leitiloyvi, sum Equinor longu hevur fingið tillutað eystan fyri føroyska markið, og har møguleikar eru fyri framtíðar virksemi.

Tað, sum annars kom fram á tíðindafundinum, var týdningurin av orðinum stabilitetur. Hetta er nakað av tí mest umráðandi, tá talan er um at gera íløgur í einum øki. Eisini kom fram, at nýggj tøkni og arbeiðshættir hava stytt munandi um tíðina frá, at eitt fund verður gjørt, til framleiðsla fer í gongd. Equinorstjórin vísti m.a. á, at hetta tíðarskeiðið, sum hevur verið 5 til 7 ár er nú komið niður á 3 ár.

[object Object]

Tað stendur greitt, at fer bretska stjórnin at geva grønt ljós til Rosebank útbyggingina við markið, so koma skjótt aðrar olju- og gasskeldur á skránna. Fleiri keldur so sum Cambo og Clair South kunnu verða útbygdar og farnar undir framleiðslu eftir bert fáum árum. Og hesin umfevnandi infrastruktururin kann so aftur verða við til at skunda undir áhugan fyri føroyska økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder