Føroyskir sjómenn standa ovarliga á listanum, tá útlendsk frálandsreiðarí skulu manna síni skip. Í morgin vitja umboð fyri Bourbon Offshore Norway í Føroyum, har tey fara at kunna um møguleikarnar hjá føroyingum at mynstra við teirra skipum.
Norska felagið er ein partur av heimsumfevnandi fronsku fyritøkuni Bourbon, sum við sínum 500 skipum og 47 skrivstovum ymsa staðni í heiminum telist millum heimsins størstu fyritøkur innan frálandsvirksemi.
Føroyingar eru ikki ókendir hjá Bourbon. Her eins og tað er galdandi fyri mong onnur frálandsreiðarí eru føroyingar nógv umbidnir. Seinastu 20 árini hava føroyingar eisini verið við til at manna Bourbon skip bæði í Norðsjónum og annars á øllum heimsins høvum. Í dag eru fleiri føroyingar m.a. á brúnni og í maskinrúminum á teirra skipum.
Eftir niðurgongdina í frálandsvinnuni í 2014 hava hvørki Bourbon ella onnur frálandsreiðarí havt tørv á at seta nýggj fólk, tí skipini hava rætt og slætt hava ligið fyri teym vegna manglandi arbeiðsuppgávur.
“Vit síggja nú, at støðan á marknaðinum er við at broyta seg. Og til tess at kunna nøkta nýggja og vaksandi tørvin á marknaðinum vilja vit fegnir fáa tey bestu fólkini til at manna okkara skip, og tískil eru vit komin til Føroya at fáa føroyingar at venda sær til okkara”, sigur Åge Bjerkvik frá Bourbon reiðaríinum, og hann leggur aftrat, at sum felag síggja teir longu í dag, at tað kann gerast ein stór avbjóðing at kunna finna vælútbúgvið, roynt og sertifiserað starvsfólk til teirra skip. Tí eru vit komnir til Føroya fyri at greiða frá møguleikunum hjá føroyingum at vera við til at manna okkara skip, sum virka í frálandsvinnuni.
Hann sigur víðari, at umsøkjarar til so gott sum øll størv umborð á skipunum hjá Bourbon Offshore Norway kunnu leggja inn eina umsókn á heimasíðuni,
Til ber eisini at fylgja øllum hesum á facebook: «Bourbon Offshore Norway Crewing» ella á teirra Instagramsíðu: @bourbonoffshorenorway.
Í morgin tvs. týsdagin 22. oktober fara umboð fyri Bourbon Offshore Norway at hava kunnandi fund á Hotel Tórshavn frá kl. 11 til 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald