Uttanlands

Norskt reiðarí bannar flutningi av elbilum av trygdarorsøkum

Ein váðagreining fær norska reiðaríið Havila Kystruten til at taka avgerð um at banna flutningi av el- og hybridbilum.

Eitt av skipunum hjá Havila

Eitt av skipunum hjá Havila "Havila Capella", sum ikki longur fer at flyta el- og hybridbilar sambært Søfart

2023-01-13 14:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skrivar Søfart í morgun. Av trygdarorsøkum hevur Havila Kystruten gjørt av at steðga flutningi av el- og hybridbilum á sera nógv troyttu siglingarleiðini millum Bergen og Kirkenes, eisini betri kend sum “Hurtigruten”.

Havila hevur loyvi til fýra av teimum 11 skipunum, sum røkja rutuna. Felagið Proactima hevur gjørt eina kanning fyri Havila um trygdina umborð, tá el- og hybridbilar eru partur av flutninginum.

Havila hevur út frá niðurstøðuni í kanningini gjørt av, at einans bilar, sum brúka fossilt brennievni kunnu flytast. Bent Martini, stjóri fyri Havila partinum av rutuni sigur, at avgerðin at steðga el- og hybridbilum byggir á eina trygdarmeting, har eldibrandur frá fossilum bilum kann steðgast av skipanum og tí manning, sum er umborð.

Harafturímóti krevur eldibrandur í einum elbili hjálpa uttanífrá og kann seta mannalív umborð og skipini í váða. -Vit raðfesta trygdina, og hetta er sjálvandi ein váði, sum vit ikki ynskja at vera partur av sigur stjórin.

Kystruten hevur stóran týdning fyri norska strandarsamfelagið her serstakliga teir norðastu partarnar av landinum. Fleiri staðnis undir 5-6 daga langa túrinum er long leið til at fáa hjálp frá trygdartænastum á landi, um eldur kemur í ein elbil umborð.

Vandin við eldibrandi í einum el- og hybridbili litium-ion battaríini er tann, at hesin  ikki kann  sløkkjast á vanligan hátt.

Umboð fyri reiðaríið vísa á, at tað kann kennast eitt sindur paradoksalt, at teir mest umhvørvisvinarligu bilarnir ikki longur kunnu flytast umborð, samtíðis sum fleiri av hybridskipunum hjá Havila verða rikin við stórum LNG battaríum. Hesi battarí eru tó væl tryggjað og vard í serútgjørdum hølum.

Norra er tað av heimsins londum, sum hevur flest el- og hybridbilar í mun til fólkatalið. Tøl frá 2021 vísa, at av 176.276 seldum bilum í Norra, vóru teir 113.715 elriknir. Talið av hybridbilum var 40.464. Nýggir bensin- og dieselbilar eru í avmarkaðum tali, skrivar Søfart.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder