Pallurin varð alment tikin í brúk aftur í gjár av olju- og orkuráðharranum Terje Aasland.
- Við krígnum í Ukraina hevur útflutningurin av norskari olju og gassi til Evropa ongantið verið av størri týdningi. Við upplatingini av aftur Njord fer Norra at halda fram við at vera ein tryggur veitari av gassi til Evropa sigur Aasland.
Njord leiðin byrjaði at framleiða gass í 1997 og varð upprunaliga mett at framleiða til 2013. Ábøtur og nútímansger gera, at pallurin framhaldandi fer at kunna vera ein týðandi veitari á norska landgrunninum.
Eisini ber til at binda nýggj gassfund í grannalagnum í Njord, hvørs gass verður flutt víðari á marknaðin.
Í 2016 varð pallurin togaður til lands at verða nútímansgjørdur, og í fjør varð hann so togaður út aftur á gassleiðina. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð í norsku oljusøguni, at ein pallur er tikin til lands og síðani fluttur útaftur á gassleiðina.
Ætlanin er eisini at elektrifisera framleiðsluna pallinum til tess at minka um útlátið.
Somuleiðis fara royndir at verða gjørdar at leita eftir gassleiðum nærhendis pallinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald