Innanlands

Nú ber til at søkja stuðul til alternativar grønar orkuverkætlanir

Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at alternativum grønum orkumøguleikum, sigur Umhvørvismálaráðið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-08-16 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til at søkja um stuðul til verkætlanir, sum snúgva seg um alternativar grønar orkumøguleikar. Tað boðar Umhvørvismálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

– Endamálið við stuðlinum er at útvega vitan og royndir við atliti at alternativum grønum orkumøguleikum. Tí fáa kommunur, felagsskapir og privat feløg møguleikan at fremja verkætlanir saman við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.

– Talan kann eitt nú vera um kanningar, skjalfesting og praktiskar royndir. Verkætlanirnar skulu verða framdar í samstarvi við Orku á Umhvørvisstovuni og/ella Jarðfeingi.

Umsóknirnar skulu vera Umhvørvismálaráðnumí hendi í seinasta lagi 24. september.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder