Í gjár varð kunngjørt, at oljufelagið Ithaca Energy loksins hevur tikið yvir ognirnar hjá felagnum Siccar Point Energy, teirra millum oljukelduna Cambo nær við føroyska markið.
Nevndarformaðurin í felagnum sigur við Energy Voice seg vera sera væl nøgdan við keypið, sum merkir, at Ithaca nú verður eitt av teimum størstu leiti- og framleiðslufeløgunum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Hann bjóðar eisini serfrøðingunum hjá Siccar Point vælkomnum í nýggja felagið, sum hevur ætlanir um at útbyggja Cambo og møguliga eisini aðrar oljuleiðir á Atlantsmótinum.
Tað hevur annars verið gitt, at nýggjur oljuskattur, sum bretska stjórnin fer at leggja á oljufeløg, kann koma at steðga ella seinka útbyggingar í Norðsjónum. Men eitt undantak fyri íløgum kann møguliga betra um støðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald