Innanlands

Nú er aftur orkuvirksemi í Neshaga

Mylla 4, sum síðan september í fjør hevur staðið uttan veingir og generator, verður í løtuni sett saman aftur í Neshaga.

2023-06-02 18:51 Author image
Jan Müller
placeholder


Generatorurin og hubburin ella hjartað, sum veingirnir eru festir í, hevur verið allan vegin í Newcastle í Onglandi til umvæling hjá felagnum Houghton International.

Virksemi í Neshaga


Hósdagin varð generatorurin monteraður, men ov nógvur vindur var til at seta hub og veingir á eisini. Væntandi verður hetta gjørt í vikuskiftinum.



Veingirnir, sum hava ligið á goymslu hjá Atlantic Supply Base í Føroyum, meðan restin hevur verið til umvæling í Ongandi, eru eisini komnar inn aftur í Neshaga og liggja klárar og bíða eftir betri monteringsveðri. Umboð fyri Iver Wind hava verið í Føroyum og umvælt veingirnar.

Myllurnar hava verið ávirkaðar av generatorskaðum síðani 2020 upp á skift, og ymsar royndir hava verið gjørdar fyri at rætta brekið, men á heysti í fjør, varð avgjørt at senda partar av myllu 4 til Onglands. Síðan ódnarveðrið 7. - 8. februar hava allar myllurnar í Neshaga staðið stillar.

“Vit eru sum vera man øgiliga spent upp á, hvussu fer at gangast. Allar myllurnar hava sama skaða, og um hetta við myllu 4 vísir seg at rigga, er tað ein møguleiki at umvæla hinar á sama hátt”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna.

Houghton International stendur fyri verkætlanini, sum ein heildarveiting og hevur afturat sær undirveitararnar Iver Wind og Mest. Iver Wind stendur fyri at seta upp aftur.


Kelda: sev.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder