Fundurin fór fram á skrivstovuni hjá Department of Energy Security and Net Zero (DESNZ) í Aberdeen, fáar dagar eftir, at Andy Burnham, forsætisráðharri í Bretlandi, hevði útnevnt hana í embætið. Eftir fundin segði David Whitehouse, at partarnir ikki eru samdir um alt.
– Vit eru ikki samd um alt, men vit hava eitt felags mál: at tryggja Bretlandi ta orku, tey arbeiðspláss og tær íløgur, sum landið hevur tørv á, segði hann.
Sambært Whitehouse var tað eitt týdningarmikið tekin, at fyrsta embætisvitjanin hjá nýggja ráðharranum var til Aberdeen.
– Tað vísir, at hon viðurkennir tann týðandi leiklutin, sum Aberdeen og arbeiðsmegi har framvegis hava í bretsku orkuveitingini, segði hann.
Fundurin snúði seg um framtíðina hjá bretsku orkuveitingini og tørvin á einari realistiskari tilgongd til orkuskiftið skrivar skotski orkumiðilin Energy Voice.
– Vit tosaðu um týdningin av heimligari orku úr øllum orkukeldum. Samstundis sum útbyggingin av varandi orku heldur fram, er tað eisini týdningarmikið at viðurkenna, at olja og gass úr Norðsjónum framvegis fara at hava ein týðandi leiklut í bretsku orkuveitingini í fleiri ár framyvir, segði Whitehouse.
![]()
Nógv stendur upp á spæl
Hann vísti á, at nógv er upp á spæl.
– Hetta snýr seg ikki bara um orku. Tað snýr seg eisini um búskaparliga menning, vinnuligan førleika og um at tryggja, at framtíðar arbeiðspláss og vinnur verða raðfest í Bretlandi.
David Whitehouse ynskti nýggja ráðharranum góða eydnu í starvinum og legði dent á, at olju- og gassvinnan ynskir at vera ein virkin samstarvspartur.
– Tað er nógv arbeiði eftir, men eisini stórir møguleikar. Við at byggja víðari á tær vinnur, vit hava í dag, kunnu vit skapa grundarlagið undir vinnunum í framtíðini og tryggja arbeiðspláss, íløgur og búskaparligan vøkstur kring alt Bretland.
Heitia á fólk um at siga sína meining
Umboð fyri Aberdeen and Grampian Chamber of Commerce (AGCC) vóru ikki við á fundinum, men handilskamarið nýtti høvið til at heita á fólk um at luttaka í almennu hoyringunum um olju- og gassleiðirnar Rosebank og Jackdaw.
Málið snýr seg um, hvørt bretska stjórnin skal geva verkætlanunum nýtt loyvi.
Sama dag mótmæltu umhvørvisvirkisfólk úr bólkinum Fossil Free London uttan fyri DESNZ í London. Tey kravdu, at stjórnin steðgar ætlanunum um Rosebank-leiðina vestan fyri Hetland.
Russell Borthwick, stjóri í AGCC, segði, at tað er avgerandi, at so nógv sum gjørligt lata inn hoyringssvar.
– Avgerðir av hesum slagnum eiga at byggja á sjónarmiðini hjá teimum, sum arbeiða í vinnuni, fyritøkum, familjum og lokalsamfeløgum, ið kenna avleiðingarnar av slíkum verkætlanum, segði hann.
Hann vísti á, at talan ikki longur er um ætlanir á pappírinum.
– Meira enn tríggjar milliardir pund eru longu sett í verkætlaninar. Framleiðslupallurin á Jackdaw er settur upp og er nær við at verða tikin í nýtslu, meðan framleiðsluskipið hjá Rosebank longu er komið á staðið vestan fyri Hetland.
Sambært Borthwick hava nærum 2.000 fólk longu skrivað undir til frama fyri verkætlanunum.
– Avgerðin um Jackdaw og Rosebank verður fyrsta stóra royndin hjá stjórnini hjá Andy Burnham. Tað er av alstórum týdningi fyri Bretland, at verkætlanirnar fáa grønt ljós, segði hann.
Miatta Fahnbulleh, orkuráðharri skrivar eftir sína fyrstu arbeiðsferð m.a. á hennara Twitterkonto:
-Í dag í Aberdeen snúði tað seg um at hitta arbeiðsfólk, fakfeløg og vinnuleiðarar, sum hava verið við til í menningini av Bretlandi í áratíggju, á míni fyrstu vitjan sum orkumálaráðharri.
Norðsjógvurin er framvegis ein týðandi tjóðarogn, og okkara pragmatiska tilgongd fer framhaldandi at stuðla arbeiðsplássum, búskaparvøkstri og lokalsamfelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald