Tveir framleiðslubrunnar eru á havbotninum á Lancaster oljuleiðini. Oljan higani fer umborð á framleiðslu- og goymsluskipið Aoka Mizu.
Stórar vónir hava verið til nýggju oljuleiðina “Lancaster", sum liggur har suðuri á Atlantsmótinum miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Her er talan um eitt heilt nýtt slag av oljuframleiðslu, nevnt “Fractured basement”, tvs. at oljan liggur goymd í rivum í grundfjallinum. Oljufelagið Hurricane Energy hevur verið undangongufelagið í hesi spennandi men eisini fyri summi, ivasomu verkætlanini. Tað fór undir fyrstu framleiðsluna í juni í fjør, tá famleiðslu- og goymsluskipið, Aoka Mizu kom á leiðina og hevur framleitt olju har síðani.
Síðani tá hava fleiri brunnar verið boraðir í grannalagnum og hevur ætlanin verið, um oljufund vórðu gjørd har, at binda hesi í Lancaster nærhendis. Eitt av hesum nýggju oljufeltum er Lincoln, sum skuldi bindast í Lancaster seinni í hesum árinum ella fyrst í komandi.
Nú hendir so tað, sum fáur hevði roknað við, nevniliga, at neyðugt verður at steðga framleiðsluni í øðrum av brunnunum av ymiskum orsøkum, møguliga tøkniligurm. Tað fekk straks partabrævið at kava og enn er óvist, hvussu verður framyvir. Í løtuni er framleiðslan 10.000 tunnur um dagin. Áðrenn gjørt var av at skrúva fyri øðrum av brunnunum varð framleiðslan 20.000 tunnur um dagin. Talan er enn um eina royndarverkætlan, har miðjað var móti at byrja í smáum fyri so at økja framleiðsluorkuna sohvørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald