Nú um dagarnar legði Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnu- og Uttanríkismálum uppskot til nýggja oljuleiting við Føroyar fyri løgtingið. Talan er um fimtu útbjóðingina til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum. 1. viðgerð av uppskotinum er sett til hósmorgunin 14. mars kl. 10.
Útbjóðingin fevnir um øki, sum í stóran mun liggja framvið markinum til Bretlands. Talan er um øki, ið eru boðin út áður.
Tað nýggja við hesi útbjóðingini í mun til tær fýra undanfarnu er, at fleiri av loyvistreytunum eru broyttar, soleiðis at tær í nógvum førum líkjast teimum, sum eru í útbjóðingum á bretska landgrunninum. Krøvini eru m.a. lækkað í fleiri førum. Hetta verður m.a. gjørt fyri, at eisini smærri ella meðalstór oljufeløg kunnu søkja. Nakað, sum er gjørt við góðum úrsliti í seinastu bretsku útbjóðingunum.
Sermerkt fyri 5. útbjóðingina er eisini, at føroyskir og bretskir myndugleikar eru farnir undir eitt samstarv, sum m.a. hevur við sær, at at 32. útbjóðingin á bretska landgrunninum og 5. útbjóðingin í Føroyum eru um somu tíð. Myndugleikarnir í báðum londum hava so eisini avtalað, at fleiri av økjunum, sum verða boðin út, eru báðumegin fram við markinum. Í hesum sambandi er eisini ætlanin at marknaðarføra leitingina báðumegin markið í felag.
Enn ein broyting í nýggju útbjóðingini er tann, at landsstýrismaðurin skjýtur upp at strika Royalty, sum er 2%. Hetta ger, at samlaði oljuskatturin minkar nakað. Av øðrum broytingum er avgjørt at sleppa kravinum til gjald til førleikamenning og gransking í leitiskeiðnum.
Í sambandi við uppskotið eru eisini hoyringsskriv komin frá bæði Føroya Oljuídnaðarbólki og Oljuvinnufelagnum. Hesi liggja saman við uppskotinum á heimasíðuni hjá løgtinginum.
Verður uppskotið samtykt av tinginum er ætlanin at lata upp 5. útbjóðingina í juni. Hon letur so aftur í november. Væntandi verða so møgulig loyvi latin tíðliga í 2020.
Ein av orsøkunum til nýggju føroysku útbjóðingina er tað vaksandi virksemið á bretska landgrunninum framvið tí føroyska markinum. Fleiri fund eru gjørd, og fleiri útbyggingar standa fyri framman. Og leitingin heldur fram. Oljufeløgini eru nú so tætt við markið, at hetta hevur fingið føroyskar myndugleikar at seta út í kortið eina nýggja útbjóðing, sum vónandi fer at geva úrslit, nú altjóða oljufeløg meta økið millum Hetland og Føroyar vera eitt framtíðar oljuøki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald