Nýggja oljuøkið har suðuri á Atlantsmótinum, sum kann gerast ein framtíðar oljuprovins miðskeiðis millum Føroyar og Hetland.
Oljufelagið Hurricane Energy hevur saman við oljufelagnum Spirit Energy gjørt eitt stórt oljufund í syðra partinum av Atlantsmótinum miðskeiðis millum føroyska landgrunnin og Hetland. Talan er um Lincoln oljukelduna, sum liggur í einum nýggjum oljuøki sunnan fyri tær báðar kendu oljuleiðirnar Foinaven og Schiehallion.
Lincoln brunnurin er ein av trimum, sum verða boraðir í hesum økinum. Tann fyrsti, Warwick, varð boraður herfyri og livdi ikki upp til vónirnar, men tað ger so tann næsti, Lincoln, harafturímóti. Metingar vilja vera við, at Lincoln og grannakeldurnar goyma upp í 2,6 mia. tunnur av olju. Fyri at fáa meira at vita um, hvussu stórar goymslurnar eru, verður enn ein brunnur boraður á somu leið í næstum.
Grundarlagið undir hesi umfevnandi boriverkætlanini har suðuri á Atlantsmótinum er stóra oljufundið Lancaster, sum varð gjørt í grannalagnum nakað herfyri, og sum fór undir framleiðslu fyrr í ár. Bara Lancaster er mett at goyma 500 mió. tunnur. Goymslu- og framleiðsluskipið Aoka Mizu, (FPSO) liggur í dag á hesi oljuleiðini og framleiðir. Ætlanin er so at binda oljukeldur sum eitt nú Lincoln í grannalagnum í framleiðsluskipið á Lancaster, sum tá verður kjarnin í einum ”hubbi”, oljumiðdepli.
Tað áhugaverda við júst hesi oljuleiðini er, at framleiðslan stavar frá einum nýggjari og øðrvísi jarðfrøði enn henni oljan vanliga kemur frá, nevnd ”fractured basement”. Tvs. at talan er um olju, sum er likin niður í grundfjallið, sum er úr granit. Har liggur hon inni í sprekkum. Um framleiðslan frá hesum slagnum av jarðfrøði fer at eydnast til fulnar meta serfrøðingar, at talan verður um eitt spildurnýtt oljuøki á Atlantsmótinum. Og møguleiki verður eisini at fara eftir hesi oljuni aðrstaðni á Atlantsmótinum við. Men tað eru eisini teir serfrøðingar, sum eru ivasamir, tí hetta er so nýtt, at man ikki við vissu veit, um hetta slagið av framleiðslu fer at bera seg, tvs. um nóg nógv av olju er til steðar, og um tað ber til at taka hana upp uttan stórvegis trupulleikar.
Tað var eftir, at oljufelagið Spirit Energy herfyri gjørdi av at keypa part av loyvunum hjá Hurricane og beyð sær til at bora tríggjar brunnar í økinum, at verulig gongd kom á nýggju ætlaninar til tess at víðka framleiðsluna á Lancaster til eisini at fevna um aðrar keldur og leitimið í grannalagnum.
Aoka Mizu oljuframleiðsluskipið liggur á Lancaster leiðini nærhendis Lincoln oljukelduni, sum møguliga verður íbundin í hesa oljuleiðina.
Framleiðsluskipið Aoka Mizu, sum nú tekur ímóti oljuni frá Lancaster leiðini. Í næsta ár verður grannakeldan Lincoln helst íbundin í hetta skipið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald