Uttanlands

Ókent felag vil sleppa at bora eftir gassi í Danmark

Hetta hóast stjórnin hevur avgjørt at skrúva fyri gassinum í 2050

2023-05-02 22:36 Author image
Jan Müller
placeholder

Síðani 1972 hevur olja og gass verið framleitt á Tyra Vest leiðini í danska partinum av Norðsjónum. Í fjør samtykti ein meiriluti í danska Fólkatinginum at steðga framleiðslu av olju og gassi í Norðsjónum frá 2050 til tess at skunda undir grøna orkuskiftið.

Hóast hesa avgerðina hevur Veðurlagamálaráðið fingið umsókn frá einum ókendum felag um at útvinna gass á eini leið, har stórar nøgdar av gassi eru í undirgrundini. Hetta svarar til 2,5 ferðir árligu gassnýtsluna í Danmark.

Men orku og veittingaráðharrin Lars Aagaard sigur, at avgerðin hjá stjórnini um 100% grønt gass í 2030 stendur við. Kortini fer ein møgulig gassframleiðsla at vera eitt íkast til veitingartrygdina í Evropa 

Sum skilst kann framleiðslan  sambært umsóknini byrja um 4-6 ár og vara í 15 ár. Hetta er fyrsta umsóknin um nýggja kolvetnisframleiðslu, sum stjórnin hevur fingið,  síðani Norðsjóvaravtaluna í 2020, sum ásetur ein endadag fyri framleiðslu av olju og gassi í 2050.

Kortini loyva reglurnar feløgunum at kunna fara undir framleiðslu innan endadagin í 2050. Her er m.a. talan um leiting og framleiðslu í økjum, sum liggja tætt við verandi framleiðslur.

Enn er óvist, um nýggja umsóknin fær undirtøku. Kortini er greitt, at ráðharrin leggur stóran dent á veitingartrygdina í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina.

-Uppá longri sikt skulu vit sjálvandi loysa orkuspurnigin við grønari orku, men til vit koma hartil við grøna orkuskiftinum, er Evropa bundið at gassi. Og eg síggi heldur, at gassið vit brúka kemur frá effektivari framleiðslu í Norðsjónum heldur enn uttan fyri ES sigur Lars Aagaard.

Innflutningurin av gassi úr Russlandi minkaði við eini helvt frá 2021 til 2022. Tað gjørdi, at innflutingin av flótandi gassi úr m.a. Norra, Quatar og USA vaks nógv.

Brian Vad Mathiesen, professari í orkutilrættalegging við Lærda Háskúkan í Aalborg er sera ivasamur um umsóknina at framleiðla meira gass. -Tað vil vera eitt mistak at góðkenna hetta og eitt mistak at loysa okkara orkukreppu við av slíkum tiltøkum.

Hann sigur, at verður loyvi givið til slíka nýggja framleiðslu, tá verður truplari at finna arbeiðsmegi til grøna orkuskiftið. Hann vísir eisini á, at bæði ES og Fólkatingið hava longu samtykt tiltøk, sum vilja forða fyri innflutningi av russiskum gassi. Tí er eingin orsøk til at vísa til veitingartrygdina í hesum sambandi.

Hann mælir politisku skipanini frá at geva nýggj loyvi til framleiðslu av eitt nú gassi. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder