Hóast stjórin í BP, Bernhard Looney, í vikuni kunngjørdi, at felagið fer at minka um oljuframleiðsluna við 40% innan 10 ár, so fer olju- og gassframleiðslan kortini at vera kjarnin í virkseminum fram til 2050, tá ætlanin er at røkka málinum um “null” útlát. Ella sum BP-stjórin málber seg: “Oil will be ´engine of value creation´ in BP´s net-zero drive, that would help pay for BP’s transformation from an international oil company to an “integrated energy company”.
Hann segði víðari, at olju- og gassframleiðslan fer at minka við eini mió. tunnum um dagin komandi 10 árini. BP hevur annars seinastu tíðina roynt at sleppa sær av við partar av sínum gomlu ognum í Norðsjónum fyri ístaðin at leggja seg eftir at framleiða við minni útláti. Hetta kann m.a. gerast við at reka pallar við elorku úr landi, nakað, sum verður arbeitt miðvíst við á oljufeltum bæði vestan og eystan fyri Hetland.
Seinasrtu árini hevur felagið gjørt stóríløgur í tvey av oljufelt á Atlantsmótinum, Schiehallion, Clair og Alligin. Og arbeitt verður við eini stóríløgu í útbygging av enn einum framleiðandi felti á Clair kelduni, nevnt Clair South. Tann endaliga avgerðin er tó útsett í eitt ár.
Felagið fer annars at brúka inntøkurnar frá m.a. umrøddu feltunum til at fíggja nýggju tøknina, ið skal minka um CO2 útlát og goyma tað í undirgrundini umframt at gera íløgur í hydrogenorku og varandi orkukeldur. Avgerðin hjá BP leiðsluni at leggja á annan bógv nógv fyrr enn roknað við verður væl móttikin hjá umhvørvisfelagsskapum sum Greenpeace og íløgufeløgum, sum vilja ganga burtur frá olju og gassi. Tey vísa á, at BP við sínum seinasta útspæli, gongur á odda av teimum stóru oljufeløgunum skjótari at fara frá fossilari framleiðslu til varandi og minni CO2 dálkandi framleiðslu. Tað verður eisini væl móttikið, at felagið nú ger greitt, at tað fer ikki at leita eftir nýggjum olju- og gasskeldum í londum, har tað ikki longu hevur virksemi. Tó at ført eisini verður fram, at felagið átti als ikki at leita í heila tikið.
Fyri tey, sum fegin síggja, eitt nú veitaravinnan í Skotlandi, at útbyggingar fara fram á Atlantsmótinum, er stóri spurningurin er nú, hvat BP fer at gera við stórar útbyggingar, sum bíða eitt nú Clair South eystan fyri Føroyar. Hon varð sett í bíðistøðu, tá korona fór at gera um seg og oljuprísurin fór í botn.Annars hevur hitt stóra oljufelagið á Atlantsmótinum, Shell, gjørt greitt, at tað fer framhaldandi at gera íløgur í sítt virksemi í hesum økinum. Felagið er nevniliga partur av fleiri av framleiðandi keldunum vestan fyri Hetland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald