Í november 2019 fór freistin í 5. útbjóðingarumfari at søkja um loyvi at bora eftir olju á føroyska landgrunninum, men einki felag søkti um loyvi.
Tað ber tó framvegis til at søkja landsstýrið um loyvi at bora eftir olju á føroyska landgrunninum umvegis “Open Door” skipanina, men í løtuni eru smá útlit fyri, at tað verður nakað oljuvirksemi á føroyska landgrunninum í nærmastu framtíð.
Hóast einki oljuvirksemi hevur verið á føroyska landgrunninum hesi seinastu árini, so hevur alla tíðina verið áhugi og nakað av virksemi við royndarboringum og tí, ið hartil hoyrir, nærhendis føroyska markið.
Virksemið nærhendis føroyska markinum er áhugavert fyri føroyska vinnu, tí føroyskar havnir eru longu kappingarførar við einari viftu av maritimun tænastum frá føroyskum veitarum, sí www.maritime-services.com
Harumframt er ferða- og flutningssambandið millum Føroyar og meginlandið í Evropa væl betri enn sambandið, sum Norður Skotland og Hetland kunnu bjóða fyritøkunum í olju- og frálandavinnuni.
Stóra menningin hjá føroysku hotell- og matstovuveitarunum seinastu árini, eigur somuleiðis at vekja áhugan hjá olju- og frálandavinnuni at venda eyguni henda vegin.
Tí eigur størri orka at verða brúkt til at bjóða Føroyar fram sum ein maritiman tænastudepil við einari breiðari viftu av tænastum á øllum økjum.
Annars hevur árið í ár hevur verið eitt serstakliga vánaligt ár fyri altjóða oljuvinnu. Stórt fall var í altjóða oljuprísunum í byrjanini av árinum. Síðan kom koronakreppan og tók botnin undan øllum oljumarknaðinum.
Altjóða oljuprísurin var søguliga lágur, tá ið koronakreppan var í hæddini. Prísurin er hækkaður nakað aftur í seinastuni, og tað er neyvan nakar ivi um, at oljuprísurin fer at fara upp aftur, tá ið virksemið í altjóða búskapinum spakuliga fer at koma fyri seg aftur.
Hóast eingi útlit eru fyri oljuvirksemi á føroyska landgrunninum í nærmastu framtíð, so er oljuvirksemið nærhendis føroyska markinum framvegis áhugavert fyri føroyska vinnu sigur Leif Hovgaard í ársfrágreiðing síni.
Ársaðalfundurin valdi Anju Jacobsen, Leif Hovgaard, Eli Lassen, Christian Danielsen og Jannis Moraitis í nevndina. Frimodt Rasmussen varð valdur til tiltakslim.
Nevndin skipaði seg við Leif Hovgaard sum formanni og Eli Lassen sum næstformanni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald