Uttanlands

Olju- og gassútbygging nær Føroyum týðandi stig nærri

Norska orkufelagið Equinor hevur tikið eitt týðandi stig nærri eini útbygging av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank eystan fyri føroyska markið

2022-08-05 19:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Equinor hevur júst latið inn til orkumyndugleikarnar í Bretlandi eina umfevnandi umhvørvisfrágreiðing fyri útbygging av Rosebank kelduni skamt frá føroyska markinum. Hetta er vanliga seinasta stigið, áðrenn eitt felag skal taka endaliga avgerð um eina útbygging eins og myndugleikarnir hareftir skulu geva grønt ljós. Útbyggingin er mett at kosta umleið 80 mia. kr. og fer at hava stóran týdning fyri bretsku veitingartrygdina í framtíðini. 

Roknað verður við, at Equinor longu í februar í 2023 fer at gera endaliga av, um tað fer undir útbyggingina. Kortini er lítil ivi um, at felagið fer at gera av at útbyggja hesa eina ta størstu olju- og gasskelduna, sum enn ikki er farin undir framleiðslu á øllum tí bretska landgrunninum.

[object Object]

Um alt gongur sum ætlað fer fyrsta framleiðslan í gongd móti endanum á 2026. Talan er tá um fyrsta partin av útbyggingini við 19.000 tunnum av olju um dagin og 500.000 kubikmetrum av gassi um dagin. Tá Rosebank er liðug útbygd skal hon framleiða 70.000 tunnur av olju og 1,7 mió. kubikmetrar av gassi um dagin.

Rosebank er mett at goyma 300 mió. tunnur av olju og gassi. Hon var funnin i 2004, og eru fleiri orsøkir til, at endalig støða til útbygging ikki verður tikin fyrr enn nú. Ein orsøk er djúpa vatnið millum Hetland og Føroyar, ein onnur er manglandi infrastrukturur og ein triðja áhaldandi broytingar í eigaraskifti.  

[object Object]

Felagið hevur longu tryggjað sær eitt framleiðslu—og goymsluskip til komandi útbyggingina, nevniliga Petrojarl Knarr, sum higartil hevur arbeitt fyri Shell í Norðsjónum men sum verður tøkt um ikki so langa tíð.

Ætlanin er at bora 7 brunnar í fyrra partinum av útbyggingini og 5 í tí seinna. Ætlanin er at flyta oljuna til Sullom Voe oljuterminalin í Hetlandi. Gassið skal so fara gjøgnum eina nýggja gassleiðing, sum skal bindast í høvuðs gassleiðingina við Hetland.

[object Object]

Equinor sigur í eini fráboðan um Rosebank, at tað hevur í hyggju at elektrifisera framleiðsluskipið, sum skal taka ímóti og framleiða oljuna, soleiðis at CO2 útlátið kann minkast heilt nógv. Miðjað verður eisini móti at gera alla verkætlanina so grøna sum tilber.

Fyri bretskar myndugleikar hevur útbyggingin alstóran týdning, tí hon skal vera við til at gera Bretland minni heft at innfluttari orku eitt nú úr Russlandi.

Oljuvinnan í Bretland fylgir annars í løtuni við í, hvør verður nýggjur forsætisráðharri eftir Boris Johnson. Í hesum sambandi eru valevnini bæði boðin til Aberdeen í næstum at umrøða framtíðar olju- og gassvinnuna. Tey fara uttan iva eisini at fáa spurningar um Cambo og Rosebank.

Tíðindini um Rosebank og umhvørvisfrágreingina eru annars ovast á breddanum í øllum orkumiðlum í morgun. Fyri bretskar myndugleikar eru hetta kærkomin tíðindi, meðan tey á ongan hátt fella í góða jørð hjá umhvørvisfelagsskapum, sum eru ímóti at farið verður undir nýggjar útbyggingar av olju- og gassleiðum yvirhøvur.

Ein so stór útbygging av olju- og gasskeldu so nær Føroyum kann fáa týdning fyri føroyska veitaravinnu, nú teinurin frá oljuleiðini til Føroya er stytri enn til Skotlands og fyri tað Hetlands. Her kann vera ein møguleiki hjá føroyskum veitarum at fáa uppgávur og annars hjá fyristøðufelagnum aftanfyri útbyggingina, sum eisini er ein gamal kenningur frá oljuleiting í Føroyum, Equinor (táverandi Statoil)., at brúka Føroyar sum útgerðarstøð. Sum skilst er ætlanin í stóran mun at brúka lokalar. tvs. skotskar veitarar. Men geografiin kann eisini gera Føroyar áhugaverdar. 

[object Object]

Cambo útbyggingin við markið

Enn ein útbygging við markið stendur fyri framman, tó at óvissa enn er knýtt at henni. Talan er um stóru olju- og gasskelduna Cambo, sum eins og Rosebank eisini stendur til at verða útbygd. Herfyri tók Shell seg úr ætlanini – í hvussu er fyribils. Kortini arbeiðir fyristøðufelagið Ithaca Enregy víðari við ætlanini. Herfyri skal stjórin í Shell hava úttalað, at felagið hevur ikki broytt hugsan og fer ikki at vera partur av eini útbygging av Cambo fyri einhvønn prís.

Ein orsøkin til, at Shell tók seg úr ætlanini var stóra trýstið frá umhvørvisfelagsskapum eins og ein endurskoðan av ætlanini, sum gjørdi, at Shell ikki metti íløguna vera fíggjarliga nóg forsvarliga eins og seinkingar í sambandi við viðgerð frá myndugleikum eisini løgdu fótonglar fyri útbygging.

Tað ljóðar annars, at Itacha hevur í hyggju at fara undir útbyggingina við ella uttan Shell. Spurningurin er tá, um felagið hevur fingið ella fer at fáa annað felag at gerast partur av verkætlanini. Felagið fer at taka endaliga avgerð um útbygging tíðliga í 2023.

Hetta merkir, at vit fara møguliga at síggja grønt ljós givið til tvær stórar og nýggjar útbyggingar av olju- og gassleiðum skamt frá føroyska markinum longu um eitt hálvt ár.

Ein orsøk til at føroysk vinna eins og myndugleikar fylgja gongdini hinumegin markið er tann, at hon kann fáa stóran týdning fyri framtíðar leiting og útbygging av møguligum keldum føroysku megin markið í framtíðini. Tí við hesum báðum útbyggingum verður bráddliga ein týðandi infrastrukturur í økinum, sum møgulig føroysk fund kunnu gera brúk av.





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder