Tað vísir ein kanning, sum er gjørd fyri felagið hjá oljuvinnuni, Norsk olje og gass. Í kanningini svara 46% av teimum spurdu, at tey halda, at olju- og gassvinnan fer at fáa uppaftur størri týdning fyri búskapin í framtíðini.
25% av teimum spurdu halda, at týdningurin vinnan hevur fyri samfelagið verður óbroytt, meðan 20% halda, at olju- og gassvinnan fer at hava minni týdning.
Oljuprísfall og koronakreppan hava ført til nógvar uppsagnir og stóran ótryggleika í vinnuni, sum fevnir um meira enn 200.000 fólk kring alt Norra.
Fólk kring alt landið, vísir kanningin, kenna tað so, at oljuvinnan gevur eitt stórt íkast til samfelagið, og serstakliga í krepputíðum kemur hetta væl til sjóndar, sigur kunningarstjórin hjá Norsk olje og gass, Tommy Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald