Innanlands

Oljuavgjaldið eigur at verða brúkt rætt

-Grøna kósin skal haldast til gagns fyri alt samfelagið, men ymiskar avbjóðingar eru á leiðini.

Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. Mynd Jan Müller

Kári Johansen, nevndarformaður í SEV. Mynd Jan Müller

2024-12-06 14:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV í sambandi við eykaaðalfundin í dag. 

Hann vísir á ógreiða politikkin frá landsins síðu hvat burðardygd viðvíkur.

-Eitt nú oljuavgjaldið, sum komandi ár væntast at tyngja roknskapin hjá Sev við 55 mió. kr., og sum í hesum førinum í roynd og veru er eitt avgjald á el. Og hann heldur fram: 

-Eitt sokallað oljuavgjald, sum ikki verður nýtt í burðardygga virkisøkinum er bara ein eyka skattur, sum tekur pening úr skipanini og leggur fót fyri grønu kósina. Tað er meiningsleyst”, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev.

Kelda: Sev.fo

 Sí nevndarfrágreiðing og fíggjarætlan fyri 2025

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder