Innanlands

Oljufeløg áhuga at læra meira um møguleikar við Føroyar

Nøkur altjóða oljufeløg hava longu atgongd til dátur úr føroyska økinum, meðan onnur sýna áhuga fyri at læra meira um møguleikarnar.

Jarðfeingi heldur fram at marknaðarføra Føroyar sum leitiøki við eitt nú egnum bási á stórari ráðstevnu í Aberdeen.

Jarðfeingi heldur fram at marknaðarføra Føroyar sum leitiøki við eitt nú egnum bási á stórari ráðstevnu í Aberdeen.

2026-06-20 11:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta var ein av boðskapunum, sum teir tríggir kvinnuligu jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi, høvdu við sær heimaftur til Føroya eftir at hava luttikið á stóru altjóða olju- og gassráðstevnu, Eage í Aberdeen í farnu viku. Jarðfeingi luttók við  egnum bási og høvdu tey eisini.  Føroyska manningin á ráðstevnuni var Barbara Biskopstø Thorsteinsson, Óluva Eidesgaard og Jana Ólavsdóttir. 

[object Object]

Endamálið við luttøkuni var fyrst og fremst at røkja og víðka um tað stóra altjóða netverkið innan olju- og gassvinnuna. Á ráðstevnuni hevði Jarðfeingi høvi at hitta og tosa við bæði kend og nýggj oljufeløg, umframt bretsku myndugleikarnar NSTA.

[object Object]

Eitt evni, sum nógv varð tosað um, var framvegis óvissan kring Rosebank-verkætlanina. Væntað verður, at endaliga avgerðin um loyvið fellur seinni í ár.

[object Object]

Í samrøðunum við oljufeløgini varð tosað um møguleikarnar á føroyska landgrunninum, herundir jarðfrøðilig viðurskifti, loyvistreytir og skattareglur. Nøkur feløg hava longu atgongd til dátur úr økinum, meðan onnur sýna áhuga fyri at læra meira um møguleikarnar.

[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder