2024-03-14 15:48

Tað gongur skjótt at fylla ein hin máttmiklasta peningagrunnin í heiminum, norska Oljugrunnin. Peningurin frá olju- og gassvirksemi á norska landgrunninum eins og frá partabrævamarknaðinum streymar inn og setir eitt nýtt met fyri og annað eftir. Nú er metið einki minni enn 17.000 mia. norskar kr. Hetta váttar leiðslan í grunninum fyri norska miðlinum E24.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/03/14/gallery-thumbnail/1710404804q4yetbxgqf.webp)
Orsøkin til vøksturin stavar fyrst og fremst frá avkastinum frá partabrøvum og frá rentum men eisini frá pengum, sum koma frá stjórnini. Grunnurin hevur m.a. nógvan pening á amerikanska partafelagsmarknaðinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/03/14/gallery-thumbnail/1710404835iootibb3vj.webp)
Nicolai Tangen, leiðari fyri Oljugrunninum.
Fleiri vegamót vóru í grunsins søgu í farna ári. Við ársbyrjan í fjør varð virðið á grunninum 12.429 mia. kr., sum vaks til 13.000 mia. kr. í januar, til 14.000 mia. í februar, 15.000 mia. í mai og til 16.000 mia. kr. í desember.
Virðið á grunninum hevur stóran týdning fyri, hvussu nógv norska stjórnin kann brúka av pengum í dagligu nýtsluni. Stjórnin kann brúka upp til 3% av grunsins virði á fíggjarlógini á hvørjum ári. Við einum virði uppá 17.000 mia. kr. kann stjórnin brúka 510 mia. kr.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/03/14/gallery-thumbnail/1710404898p2qa4ouhai.webp)
Við undantaki av árunum 2002 og 2018 er virðið á grunninum økt á hvørjum ári síðani byrjanina í 90-unum. Leiðslan í grunninum hevur tó fleiri ferðir ávarað um, at virðið á grunninum kann eisini minka munandi í eini kreppustøðu. Sjálvur metir grunnurin í eini sonevndari stresstestkanning, at virðið á grunninum í ringasta føri kann minka niður í 5000 mia. kr. yvir tey komandi 3 til 5 árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald