Uttanlands

Oljuleiting við Føroyar í heimsins størsta orkumiðili

Upstream, sum man vera tann miðilin, sum er mest sæddur og lisin í altjóða  orkuheiminum, hevur føroyska oljuleiting og -veiting ovast á breddanum

Jarðfrøðingar á Jarðfeingi saman við føroysku sendikvinnun í Bretlandi á básinum á Beos ráðstevnu í London. Mynd Jan Müller

Jarðfrøðingar á Jarðfeingi saman við føroysku sendikvinnun í Bretlandi á básinum á Beos ráðstevnu í London. Mynd Jan Müller

2025-03-17 16:27 Author image
Jan Müller
placeholder

“Føroyar seta sítt álit á útbyggingina av Rosebank oljukelduni við markið” er høvuðsyvirskriftin á stórari grein í altjóða orkumiðlinum “Upstream”, nú um dagarnar. Journalistur á miðlinum vitjaði føroyska básin hjá Jarðfeingi á orkumessuni “Beos” í londum í farnu viku og helst boðskapin har verða so mikið áhugaverdan, at grein um oljuleiting við Føroyar eins og útbygging eystan fyri markið fekk hægstu raðfesting.

[object Object]

Rebecca Conan, sum dekkar orkuvirksemi í Evropa, hevur drúgva grein um nýggjastu kanningarnar hjá Jarðfeingi av undirgrundini við markið til Bretlands eins og týdningin, sum útbygging av stóru oljukelduni Rosebank bretsku megin markið kann fáa fyri útlitini fyri einum framtíðar olju- og gassvirksemi í føroyskum øki.

Niðurstøðan í greinini er tann, at Rosebank keldan kann gerast eitt týðandi undirstøðukervi fyri menning føroysku megin markið eisini. Miðilin hevur tosað bæði við Óluvu Eidesgaard frá Jarðfeingi og Jan Müller frá FOÍB, sum luttóku á orkumessuni Beos í London.

[object Object]

Hon skrivar m.a.: “While plans for new oil and gas developments in the UK's North Sea continue to attract opposition from politicians and climate campaigners, two of the region's proposed projects have garnered support in the Faroe Islands in the North-East Atlantic where authorities harbour ambitions of developing an oil industry.

The Faroe Islands is placing its oil and gas hopes on development of the Rosebank and Cambo fields in the UK North Sea, projects that would provide near-field tie-back potential for a series of leads identified in the islands' waters over the past two years, the Faroese Geological Survey told Upstream”.

Jarðfeingi er í løtuni við at marknaðarføra nýggjastu kanningarnar teirra fólk hava gjørt seinastu tvey árini og sum geva týðuligar ábendingar um møguleikar at finna kolvetni í føroysku undirgrundini og eisini í løgunum, sum ganga tvørtur um markið.

 [object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder