Innanlands

Oljuprísirnir lækkaðir eitt vet

Fyrr í vikuni hækkaði prísurin nøkur oyru og nú lækkaði hann aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-03 19:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Frá 5. august til 29. august vóru ongar prísbroytingar hjá føroysku oljufeløgunum, men í gjár vóru prísirnir aftur broyttir.

Hesaferð til tað betra - teir lækkaðu eitt vet.

Prísurin á einum litri av blýfríum bensini kostar nú 13,35 krónur. Hetta er fimtan oyru lægri enn prísurin 29. august.

Diesel er eisini eitt vet bíligari í dag enn tað var fyrr í vikuni. Nú kostar ein litur av dieselolju 12,39 krónur í mun til 12,54 krónur liturin dagarnar frammanundan.

1000 litrar av gassolju kosta í dag 11.650 krónur í mu til 11.800 krónur tann 29. august.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder