2026-07-28 20:37
Aftur eru vit vitni til stór sveiggj í oljuprísinum. Fyri stuttum kundu marknaðirnir boða frá, at prísurin enn einaferð varð farin upp í loft at røkka 100 dollarum. Síðani er tað hent, at Donald Trump hevur kunngjørt, at hann hevur gjørt avtalu við Iran um at gera eina avtalu. Tað hevur so fingið oljumarknaðirnar at lækka prísin til 87 dollarar í morgun.
Hetta hendir eftir, at USA triðju náttina á rað hevur steðgað álopunum á Iran. Hóast Trump sigur, at vinarligar samráðingar eru í gongd, sigur Iran, at ongar beinleiðis samráðingar eru millum londini. Báðir partar hava kortini steðgað álopunum við tí vón, at kunna fara undir at samráðast ujm eina avtalu skrivar E24 sambært BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald